Bindiuppskrift - rá og kul troyggja við vøkrum mynstri
Ítriv
Bindiuppskrift - rá og kul troyggja við vøkrum mynstri
Hon fjálg og sniðið er klassiskt og vakurt - perfekt til hesa ársins tíð.
Eftir: Kvinnu 06.02.2023

TÓGV: Bulky-lopi 600 (600) g

STØDD: S/M (M/L)

STOKKAR: Nr. 15

STIKLAVOND: Bint rætt á rættuni ogrætt á ranguni

RYGGUR: Kasta 35 (39) eygu upp á stokk nr 15 og bint 10 (12)eygu stiklavond, 15 eygu eftir diagramminum, 10 (12)eygu stiklavond. Bint, til arbeiðið er uml 55 (57) cm

FORSTYKKI: Kasta uppá og bint ásama hátt sum ryggurin, til arbeiðiðer uml50 (52) cm. Set 9 (9) tey mittastu eyguni á nál til háls. Læs 1 eyga av til háls tvær ferðir. Bint, til forstykkið hevur somu longd sum ryggurin

ERMA: Kasta 16 (18) eygu uppá stokk nr 15 og bint stiklavond aftur og fram. Fyrsta umfarið er frá ranguni. Tak 2 eygu uppá 8 hvørt umfar 3 ferðir. Bint, til erman er 47cm. Læs av

HÁLSUR: Læs fyrst akslarnar saman á ranguni. Tak eyguni upp runt hálsin frá rættuni og bint 3 umfør stiklavond. Læs leyst av

TILGERÐ: Seyma síðurnar saman og seyma ermurnar




Viðkomandi greinar