Bindiuppskrift – Scrunchie
Ítriv
Bindiuppskrift – Scrunchie
Scrunchie verður bundið rætt – og runt, sum eitt rør. Eitt lastik verður lagt um bundna stykkið, sum at enda verður hekklað saman. Her fært tú tríggjar uppskriftir upp á hárlastik ella scrunchie, sum tað eitur, við ymsum stokkastøddum og ymsum sløgum av tógvi. Uppskriftirnar eru úr bókini: Binda. 
Eftir: Sansdru Sørensen / binda.fo 22.04.2025

1. 

Mát: 15 cm í diametur 

Bindifastleiki: 17 eygu svara til 10 cm. 

Hóskandi stokkar: Rundstokkur 5 (40 cm) ella 5 ermastokkar. 

Viðmælt tógv: 30 g av Perfect frá Sandnes ella Trio fra Navia. 

Kasta 80 eygu upp á stokk 5. 

Bint runt, til arbeiðið er 12 cm. 

Læs av. 

 

2. 

Mát: 12 cm í diametur 

Bindifastleiki: 23 eygu svara til 10 cm. 

Hóskandi stokkar: Rundstokkur 3,5 (40 cm) ella 5 ermastokkar.  

Viðmælt tógv: 15 gram av mohair. 

Gev gætur, at bundið verður við 2 træðrum. 

Kasta 90 eygu upp á stokk 3,5. 

Bint runt, til arbeiðið er 8 cm. 

Læs av.  

 

3. 

Mát: 13 cm í diametur. 

Bindifastleiki: 10 eygu svara til 10 cm. 

Hóskandi stokkar: Rundstokkur 9 (40 cm) ella 5 ermastokkar. 

Viðmælt tógv: 15 g av Navia Fípu. 

Kasta 50 eygu upp á stokk 9. 

Bint runt, til arbeiðið er 8 cm. 

Læs av. 

 

Tilgerð

Arbeiðið verður hekklað saman við fasteygum. 

Vent ranguna út og legg eitt lastik runt um arbeiðið. 

Legg arbeiðið saman runt um lastikið, soleiðis at kantarnir liggja saman, og rættan vendir úteftir. Set eitt frámerki ígjøgnum báðar síðurnar. Frámerkið heldur arbeiðinum saman, so tú kanst byrja at hekkla fasteygu. 

Stikk hekklinálina ígjøgnum tvey eygu á báðum kantunum. Hála ein tráð ígjøgnum arbeiðið við hekklinálini, soleiðis at tú hevur eina bukt á hekklinálini. Vint tráðin runt um hekklinálina og hála ígjøgnum buktina á hekklinálini. Nú hevur tú eitt eyga á hekklinálini. Stikk hekklinálina inn í næstu eyguni. 
Vint tráðin runt um hekklinálina og hála ígjøgnum eyguni, so tvey eygu eru á hekklinálini
Vint tráðin runt um hekklinálina og hála ígjøgnum eyguni, soleiðis at tað aftur bara er eitt eyga á hekklinálini
Endurtak hesi trý stigini allan vegin runt. Tað er týdningarmikið at raka eyguni í somu rekkju á báðum kantum, so at arbeiðið ikki verður hekklað skeivt saman.
Seinasta eygað á umfarinum verður hekklað í tað fyrsta fasteygað og læst av við einum ketueyga. Eitt ketueyga er stig 1 og 3.  
Fest endar. 

 




Viðkomandi greinar