Tógv: Ballerina Chunky Mohair
Gult, nr. 9044 - 6 (7) noður.
Lilla, nr. 5023 – 3 noður
Verður bundið við dupultum tráði

Stokkar: Rundstokkur og ermastokkur nr.10.
Bindifastleiki: 12 eygu og 12 umfør á stokkum nr. 10 = 10 x 10 cm. Passar støddin ikki, kann roynast við fínari ella grovari stokkum.
Bulur: Kasta 120 (150) eygu upp á stokkin við gulum.
Bint 10 umfør rond, 2 rætt, 2 rangt. Bint 5 (7) umfør rætt við gulum. Set merki í hvørja síðu, soleiðis at tað eru 60 (75) eygu á hvørjumegin. Halt fram eftir mynstri inntil bulurin er umleið 38 (40) cm.
Nú verður bulurin býttur í tvey. Læs 3 (3) eygu av undir ermagapunum = 57 (72) eygu á hvørjumegin.
Bint nú rygg forstykkið liðugt fyri seg.
Forstykkið: Bint við gulum, inntil bulurin er umleið 44 (46) cm. langur
Nú verður bundið við lilla sum botnliti og gulum mynstri
Bint til forstykkið er umleið 55 (58) cm.
Set nú mittastu 31 (37) eyguni á hjálpistokk = 13 (19) eygu til akslar.
Ryggur: Bint ryggin á sama hátt, sum forstykkið
Seyma akslarnar á forstykki og ryggi saman.
Hálsur: Bint tey 31 (37) eyguni á hjálpistokkinum á forstykki og ryggi saman. Nú eru 62 (74) eygu til háls. Bint eitt umfar rætt, og tak 2 (6) eygu javnt av. Nú eru 60 (68) eygu til hálsin. Bint 5 umfør rond, 2 rætt, 2 rangt. Læs av.
Ermar: Kasta 32 (32) eygu upp á stokkin við gulum.
Bint 10 umfør rond, 2 rætt, 2 rangt. Bint 1 umfar, og tak javnt uppá til tað eru 45 eygu á ermuni. Bint 3 (5) umfør við gulum, Bint nú eftir mynstri til erman er umleið 42 – 45 cm. Læs av.
Mynstur bulur

Mynstur ermar
