Bint eina bleyta troyggju við høgum hálsi
Ítriv

Bint eina bleyta troyggju við høgum hálsi

Bint hesa mjúku og lekkru troyggjuna, sum er sera fjálg við tí høga hálsinum.
Eftir: Eyðnu Simonsen Mynd: Amy Hansen 18.01.2022

TÓGV:

Gepard Puno:

4 noður av nr. 410, veik rosa

4 noður av nr. 5085, støvut lilla

2 noður av nr. 811, hvítt

STOKKAR:

Nr. 15 og nr. 20

STØDD:

Small

Legg til merkis: Troyggjan verður øll bundin við 4-dupultum tógvi. Bulurin og rendurnar á ermunum við 2 træðrum av rosa og 2 træðrum av lilla saman og ermurnar við 4 træðrum av hvítum.

BULUR:

Kasta 52 eygu upp á stokk nr. 15 við 2 træðrum av lilla og 2 træðrum av rosa saman. Skift til stokk nr. 20 og bint rætt, 24 umfør ella til bulurin hevur hóskandi longd upp undir ermagap.

Læs nú 2 eygu av til ermagap í hvørjari síðu og bint rygg og forstykki aftur og fram. Bint, til har eru 35 umfør tilsamans. Legg síðani arbeiðið rættu móti rættu og læs akslarnar saman - 7 eygu hvørjumegin. Bint nú eitt umfar rætt, har tú tekur uppá, har sum tað er gott pláss millum eyguni, til 24 eygu eru á stokkinum. Skift til stokk nr. 15 og bint 14 umfør av rond, 1 rætt - 1 rangt, og læs av.

ERMAR:

Tak 18 eygu uppá við 4-dupultum hvítum tógvi innan fyri uttasta eygað runt um ermagapið við stokki nr. 15. Skift til stokk nr. 20 og bint slætt.

Bint 26 umfør við hvítum og tak samstundis eitt eyga av mitt undir ermuni á 3., 9., 15. og 22. umfari. Nú eru 14 eygu eftir á stokkinum. Skift til stokk nr. 15 og bint rond, 1 rætt - 1 rangt, við 2 træðrum av rosa og 2 træðrum av lilla. Bint 14 umfør og læs av.

PREI

Vint tógvið saman í noður, áðrenn tú bindur – annars er vandi fyri, at fløkja kemur í, tá tú bindur við 4 træðrum í senn.




Viðkomandi greinar