Bint eina laaaaaaanga nissuhúgvu
Ítriv
Bint eina laaaaaaanga nissuhúgvu
Langa nissuhúgvan er løtt at binda, um tú ert nýbyrjari ella bara dámar at hava okkurt í hondunum, meðan yndisrøðin koyrir í sjónvarpinum.
Eftir: Eyðnu Simonsen / Mynd: Amy Hansen 08.11.2021
Longd: Uml. 95 cm ( 105 cm við toppi)

Tilfar:
• 4 hespur av reyðum 3-tráðaðum
Snældutógvi ella líknandi tógv, sum hóskar til stokk nr. 4 og 5.
• 1 noða av hvítum alpakka, KOS, frá Sandnes
til toppin
• Rundstokk nr 4, 40 cm
• Rundstokk nr 5, 40 cm
• Ermastokkar nr 5

Soleiðis gert tú:
Kasta 90 eygu upp á stokk nr 4 og bint 12 umfør av rond, 1 rætt, 1 rangt. Skift til stokkar nr 5 og bint nú slætt, til arbeiðið er 18 cm langt - her byrja avtøkurnar. Vilt tú hava húgvuna longri, so byrjar tú bara at taka av seinni.
Set ein merkitráð eftir hvørt 25. eyga - 4 merkitræðrir tilsamans. Bint til 2 eygu áðrenn merkitráðin, tak eitt eyga leyst av, bint eitt eyga og drag leysa eygað yvirum. Soleiðis tekur tú av við hvønn merkitráð á 13. hvørjum umfari. Skift til ermastokkar, tá rundstokkurin verður ov langur.

Halt fram við at binda slætt og taka av, til 24 eygu eru eftir á stokkunum - enda við 12 umførum av sløttum. Slít og drag endan ígjøgnum tey 24 eyguni. Lat endan hanga til at knýta toppin í.
Ger ein stóran topp, fest hann í húgvuna og heft endar.