Bundnar jólastjørnur
Ítriv
Bundnar jólastjørnur
Fittligu jólastjørnurnar kunnu bindast úr øllum slagi av tógvi. Hevur tú onkrar restir liggjandi, er upplagt at binda jólastjørnur burtur úr teimum.
Eftir: Eyðnu Simonsen/ Mynd: Tóra Effersøe Mortensen 16.11.2021

Tilfar:

Til størru stjørnuna, sum er umleið 12 cm høg:

1 tráð av Froehlich, hvítt

1 tráð av Dream Line Air, hvítt

1 tráð av BLING Effekttråd, við pailettum

Til minnu stjørnuna, sum er umleið 9 cm høg:

1 tráð av Froehlich, hvítt

1 tráð av Dream Line Air, hvítt

1 tráð av Metallic Madeira

Ermastokkar nr. 3,5

Fyllu til stjørnuna, t.d. pútufyllu ella líknandi.

Soleiðis bindur tú størru stjørnuna:

Kasta 110 eygu javnt býtt upp á stokkar nr. 3,5 við einum tráði av hvørjum slagi.

  1. umfar: Bint 1 rangt eyga og 21 røtt eygu - endurtak alt umfarið
  2. umfar: Bint 1 rangt eyga, 9 røtt, tak 2 eygu leys av, bint 1 eyga og drag tey bæði leysu eyguni yvir, bint 9 eygu røtt - endurtak alt umfarið
  3. umfar: Bint 1 rangt eyga, 8 røtt, tak 2 eygu leys av, bint 1 eyga og drag tey bæði leysu eyguni yvir, bint 8 eygu røtt - endurtak alt umfarið
  4. umfar: Bint 1 rangt eyga, 7 røtt, tak 2 eygu leys av, bint 1 eyga og drag tey bæði leysu eyguni yvir, bint 7 eygu røtt - endurtak alt umfarið

Halt fram við at binda og taka av soleiðis, til 10 eygu eru eftir tilsamans. Drag tráðin ígjøgnum 10 tey seinastu eyguni, stramma hann og heft hann innanfyri.

Bint eina stjørnu afturat.

Legg nú stjørnurnar rangu ímóti rangu og seyma stjørnurnar pent saman frá rættuni. Tá umleið 3 cm eru eftir, stappar tú fyllu í stjørnuna og seymar fyri. Heft endar og ger eina lykkju at heingja stjørnuna upp við.

Soleiðis bindur tú minnu stjørnuna:

Kasta 90 eygu upp á stokk nr. 3,5 við einum tráði av hvørjum slagi. Bint nú eftir uppskriftini - júst sum til størru stjørnuna - men byrja við umfari nr. 4.