Burðardygt matarpappír
Ítriv
Burðardygt matarpappír
Halt matin feskan við góðari samvitsku – við vistfrøðiligari bummull og býfluguvoksi kanst tú gera matpappír, sum er eitt burðardygt alternativ til húsarhaldsfilm og stanniol, og sum er lætt at brúka, tá matur skal pakkast inn, ella tú manglar eitt lok til ein bolla.
Eftir: Kvinnu 13.04.2021

Tilfar:
Toyrestir úr bummull 
Býfluguvokspláta
Bakipappír

Soleiðis gert tú

1) Klipp eitt stykki av toyi út í hóskandi stødd – vit hava brúkt støddina 50x35 cm.

2) Kappa býfluguvoks­plátuna í helvt, tú nýtir á leið eina hálva plátu til 50x35 cm.

3) Legg eitt bakipappír niðast, síðani toystykkið og so bitar av býfluguvoksi oman á. Legg so eitt bakipappír omaná, sum er størri enn toyið. Strúk voksið, so tað verður deilt javnt.

4) Hong arkið upp at turka.

5) Tá arkið er kólnað og turt, er tað klárt at nýta.

Reingerð: Skola við køldum vatni og brúka milda sápu, um tørvur er á tí.