DIY: Sjarmerandi bakki
Ítriv
DIY: Sjarmerandi bakki
“Alt kemur aftur” verður ofta sagt, tá vit tosa um stíl og rák – og rattan sum var heilt nógv at síggja í 70’unum og 80’unum er nú aftur. Vit vísa tær her, hvussu tú kanst gera ein sjarmerandi songarbakka við rattan. 
Eftir: Svannu Højgaard Jónleifsdóttir 24.03.2023

Tilfar

2 x viðarstykkir á 45 cm lang og 7 cm høg
2 x viðarstykkir á 35 cm lang og 7 cm høg
1x mdf-plátu sagaða til, so hon passar við innaru støddina á bakkanum.
4 x listar á 45 cm longd
Eina rattan-rullu
Sandpappír korn 60
Skrúvur stødd 3,0 x 40
Seymir stødd 1,6 x 40
Seymir 1,2 x 25
Heftipistól

Valfrítt
Polyfilla
Klárt lakk
Pensil

Prei 
Tá tú keypir við í einum timburhandli, kanst tú fáa alt sagað til. Tað kostar eyka, men ger uppgávuna nógv lættari.

Mannagongd
Byrja við at pussa viðarstykkini sløtt, vøkur og jøvn. Skrúva viðarstykkini saman til eina rammu og pussa hornini/samansagingarnar slættar.

Legg mdf-plátuna niður í rammuna, brúka eina bók umleið 1-2 cm til at liggja undir plátuni, sum tú leggur í rammuna – hetta fyri at fáa mdf-plátuna at liggja javna. Smíða plátuna fasta við stórum seymum á báðum síðunum, ið eru 35 cm langar.

Áðrenn arbeitt verður við rattan-rulluni, skal hon í blot í ein hálvan tíma. Um rullan liggur longur, kann rattanið fáa ein myrkan lit. Tá rattanið er bloytt, er tað lættari at arbeiða við. Klipp tað enn vátliga rattanið til, so tað passar niður á mdf-plátuna. Fest rattanið við einum heftipistóli.

Prei
Bakkin kann sjálvandi brúkast til annað enn servering av morgunmati á seingina – brúka hann til at gera eina kyrrlutamynd við bókum, plantum og vøkrum lutum.

Saga listarnar til, soleiðis at teir passa í longd við innaru síðuna á bakkanum. Legg listarnar á fyri at fríðka um og fjala møguligan skeivleika á mdf-plátuni og/ella á rattaninum. Smíða listarnar fastar við lítlu seymunum.

Tú kanst fjala skrúvurnar og seymirnar við polyfillu og síðan sanda fylluna javna við flatuna.

Mála bakkan?

Um tú vilt hava ein málaðan bakka, so er best at mála bakkan, áðrenn tú leggur rattanið á.

Vit hava valt at lata bakkan verða verandi træ og heldur lakka bakkan fyri at gera tað lættari at halda bakkan reinan. Rattanið kann hava lyndi til at bløðra eitt sindur upp, tá lakkið kemur á; so er eitt gott prei at leggja eitt ark av bakipappíri á og eina stóra bók, sum heldur rattaninum niðri.






Viðkomandi greinar