Endurnýt jólatræið: Rá ljósakróna
Ítriv
Endurnýt jólatræið: Rá ljósakróna
Endurnýt ein part av ársins jólatræi og ger myrku vetrartíðina fjálgari við einari hugnaligari, heimagjørdari ljósakrónu.
Eftir: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard/ Mynd: Amy Hansen 30.12.2021

Um jóltíðir eru flestu heim prýdd við einum stásiligum jólatræi, og tá gávurnar eru givnar jólaaftan, og alt fýrverkið er skotið nýggjárskvøld, enda jólatrøini ofta á nýggjársbálinum ella á kommunalu brennistøðini. Men kanska tað verður øðrvísi í ár – vit vísa tær her, hvussu tú kanst gera eina ráa og hugnaliga ljósakrónu við at endurnýta ein part av jólatrænum.

Tú skalt brúka

AMBOÐ:

Sag
Greinasaks
Skrúvublað
Tong

TILFAR:

Stáltráð (ketur)
Smáar stuttar skrúvur
Ljósfatningar við holi í botninum
Spenniskivur, ið passa niður í fatningar
Kertiljós
Møg. ljóskransar ella annað prýði

Soleiðis gert tú

1| Vel tær ein part av trænum, ið hevur greinar, ið kunnu bera kertiljósini. Saga partin leysan frá trænum. Tað er ein fyrimunur, um stamman av úrskurðinum hevur eitt sindur av góðsi í sær, tí vekt gevur javnvág og fyribyrgir, at ljósakrónan fer at sveiggja ov lættliga.

2| Skrúva ljósfatningar fastar í greinarnar. Set av við at bora nøkur lítil hol í greinarnar fyri at gera tað lættari at skrúva í. Legg eina spenniskivu niður í fatningin og skrúva fast. Spenniskivan tryggjar, at fatningurin gerst meira støðufastur.

3| Set upphang í. Nýt ein góðan stáltráð ella ketur, ið ikki kunnu slitna ella bráðna. Tørvur er á javnvág, tá ljósakrónan verður hongd upp, so fest upphangið í minst tríggjar greinar. Ansa eftir, at upphangsendarnir ikki koma ov tætt at kertiljósunum, soleiðis at teir ikki ávirkast av hitanum frá ljósunum, tá ljósakrónan verður brúkt. Tryggja tær eisini, at endarnir eru so langir, at vandi ikki er fyri, at ljósini koma ov tætt at loftinum.

4| Ofta eru greinarnar eitt sindur skeivar, so tað ræður um at fáa sett ljósini í fatningarnar soleiðis, at tey standa so loddrætt sum gjørligt. Set møguliga ein kraga á ljósini fyri at lofta stearini, ið dryppar.

5| Snøgga um ljósakrónuna og tryggja tær, at hon hongur í javnvág, og at ljósini eru beint upp og niður. Klipp greinar burtur har, sum tú heldur. Stór sannlíkindi eru fyri, at ein partur av greinunum brotna av, ímeðan tú biksar, so tað er ikki vist, at nógv er eftir til endans. Tú avger sjálv, hvønn dám tú gevur ljósakrónuni.