Eplaprent til vimplar og jólakort
Ítriv

Eplaprent til vimplar og jólakort

Ger sjarmerandi jólakort við eplaprenti og dekorativar, jólaligar vimplar. Vit vísa tær, hvussu tú skalt gera.
Eftir: Elin Vatnhamar Olsen Mynd Amy Hansen 19.12.2020

Tilfar og amboð

Epli

Blekk – fæst í ítrivshandlum

Hobbyknív

Penn

Kartong

Soleiðis gert tú

1 | Sker eplini í helvt og tekna motiv á.

2 | Sker út, so motivið situr eftir.

3 | Turka eplið við pappíri og dyppa varliga í blekk

4 | So er klárt at stempla á kartong

Prei!

Tað er stuttligt og sera lætt at gera tínar egnu vimplar. Til vimplarnar hava vit brúkt kartong, holara og band.

Heimagjørd jólakort eru hugnalig. Vit hava klipt okkara egnu úr kartongi og stemplað við eplum.




Viðkomandi greinar