Ger ein vakran krans av evkalyptus
Ítriv

Ger ein vakran krans av evkalyptus

Brúka vøkru evkalyptus greinarnar til at gera ein jólaligan hurðarkrans.
Eftir: redaktiónin / Mynd: veitari 02.12.2020
Evkalyptus angar væl, og plantan inniheldur nógva olju, sum er góð fyri eitt nú andaleiðirnar hjá okkum. Bløðini hava ein heilt serligan støvutan grønan lit, sum hóskar til tað mesta. Bløðini eru vøkur, tá plantan er livandi, men tey turka eisini vakurt. Brúka vøkru evkalyptusgreinarnar til at gera ein jólaligan hurðarkrans.
Tú skalt brúka
Evkalyptusgreinar
Brúðarslør
Stáltráð
Ein saks, sum kann klippa stáltráð
Mannagongd
Evna ein krans burtur úr stáltráðnum. Byrja við at gera ein runding við einum einkultum stáltráði og vint síðan stáltráð rundanum fyri at styrkja kransin.
Set nú greinar fastar á kransin – byrja við teimum størru greinunum, set fast við stáltráði. Fyll kransin við bløðum og smáum tyssum av brúðarsløri. Snøgga til síðst kransin við eyka bløðum ella við at klippa til, so hann sær vakur út.
Halt kransin frískan við at sproyta vatn við sirmara á dagliga.