Ger títt egna blómuskýggj
Ítriv

Ger títt egna blómuskýggj

Lær at gera  eitt vakurt bómuskýggj, sum veruliga gevur ein wauw-upplivig, tá tú heingir tað upp.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir BoConcept 01.12.2020

Tær turkaðu blómurnar fluttu í 2019 inn í okkara heim, og rákið við ævinleikablómutyssum helt fram í 2020. Tað er eitt rák okkum dámar, tí turkaðu bómurnar eru ikki bert vakrar, tær eru bæði bíligari fyri pengapungin og betri fyri umhvørvið, tí tær ikki skulu skiftast út serliga ofta.

Listarlig blómuskíggj síggjast nógva staðni á sosialu miðlunum – tey sveima sum skýggj yvir døgurðaborðinum og geva eitt serstakt huglag og bergtaka heilt víst gestirnir. Fyri at gera títt egna blómuskýggj, skalt tú brúka rættiliga nógvar turkaðar blómur/gras – eitt nú pampasgras, hoyggj og parykkrunnur hóska væl. Og so skalt tú brúka høsnanet og ein tunnan veir.

Soleiðis gert tú

Byrja við at klippa høsnanetið í eina hóskandi stødd

Rulla og forma síðan til ein sylindara og fest høsnanetið við veirinum.

Set síðan ein enda av veiri í hvønn enda av sylindaranum og hang veirarnir í loftið, soleiðis at sylindarin hongur vatnrætt.

Fyll síðan høsnanetið við blómum – ivaleyst soleiðis at høsnanetið ikki sæst.