Ger títt egna túllskjúrt
Ítriv

Ger títt egna túllskjúrt

Hetta skjúrtið er skjótt og lætt at seyma, eisini um tú ikki ert so von við at seyma. Brúka skjúrtið til gerandis við sneakers ella til veitslu við eini vakrari blusu og høghælaðum skóm.
Eftir: Eftir Dianu / Mynd Finnur Justinussen 14.12.2020

Tilfar

Túll: 3 fýrakantar á uml. 150 x 150 cm

Fóður: 1 fýrakant á uml. 150 x 150 cm

Lastik: Tak mát av miðjuni og klipp eitt lastik, sum passar til í longd. Vit hava brúkt velurlastikk til líning.

Soleiðis gert tú:

Legg toystykkini tvær ferðir í helvt og so einaferð afturat í helvt (mynd 1).

Klipp hol til líningina og runda kantin í neðra (mynd 2).

Legg øll 4 stykkini omaná hvørt annað og seyma tey saman í líningini. Legg kantin á fóðrinum upp.

So er bara eftir at seyma lastikkið fast í líningina. Antin kanst tú rykkja toyið fyrst og síðani seyma lastikkið á - ella stramma lastikkið so hvørt, sum tú seymar tað fast, so tað rykkist á tann hátt.

Prei:

Vilt tú hava eitt skjúrt, sum fyllir meira, so kanst tú brúka fleiri løg av túll.