GTS: Ger grannkonglar til angandi jólaprýði
Ítriv
GTS: Ger grannkonglar til angandi jólaprýði
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen - Mynd: Veitari 14.12.2021

Tú skalt brúka
Grannkonglar
Essentiellar oljur – td. frá Urtekram ella The Body Shop
Ein stóran frystiposa

Soleiðis gert tú
Finn ella keyp nakrar grannkonglar og legg teir á blot í vaskinum, so teir verða heilt reinir.
Legg grannkonglarnar á eina bakarovnsplátu við bakipappíri og set í ovnin í 30 minuttir á 200 hitastig. Tak grannkonglarnar út og lat teir kólna. Legg so allar grannkonglarnar í frystiposan.

Dryppa umleið 30 dropar av essentiellu oljuni í frystiposan. Bint væl fyri posan og rist síðan væl.
Lat konglarnar liggja í frystiposanum í eina viku. Nú eru konglarnir klárir at pynta við. Ger hugnaligar kyrrlutamyndir (stilleben) við konglunum. Legg til dømis nakrar í eina lekkra skál saman við ymiskum øðrum jólaligum og njót angan av granni og tínum yndisanga í fleiri vikur.