
Tað skal ikki so nógv til fyri at gera jólaborðið eitt sindur festligari og prýðiligari. Lina Hanssen, sum er blómubindari og eigur og rekur @bloma_foroyar hevur gjørt hesi fýra vøkru serviettaprýðini. Finn vegleiðingina niðanfyri.
Í eyka stóru jólaKvinnu, sum fæst í sølubúðunum nú, hevur Lina eisini gjørt eitt vakurt greinaskýggj at heingja upp og eina flotta adventsdekoratión. Í blaðnum finnur tú myndir og vegleiðing til greinaskýggið og adventsdekoratiónina.
Serviettaprýði
TILFAR:
Stáltráður
Hør-band
Stjørnuanis
Frískt rosmarin
Konglagreinar og evkalyptus
Piparkorn á grein
Soleiðis gert tú:
STJØRNUANIS: Tú skalt vevja stáltráð rundan um stjørnuanis, sum tú síðani evnar til ein krans.
RÓSMARIN: Bint frískt rósmarin til ein krans og heft eina sloyfu á við hørbandi.
Konglagreinar og evkalyptus. Bint hørband rundanum eitt sindur av evkalyptusi og eitt petti av eini konglagrein.
PIPARKORNGREINAR: Bint ein krans við piparkornum á grein rundanum serviettin.