Heimagjørdur fuglamatur
Ítriv
Heimagjørdur fuglamatur
Hugsa um smáfuglarnir, tá kavi er. Heimagjørdur fuglamatur er lættur at gera og fuglarnir gleðast.
Eftir: Kvinnu 08.12.2023

Tú skalt brúka
Umleið 1 kg av fuglafræi, gomlum breyði og køkum, molum, turkaðari frukt, nøtum, keks
500 g av feitti, so sum palmin.

Soleiðis gert tú
Smelta feittið í eini grýtu. Blanda fræ, frukt og molar í. Blanda væl, so alt hongur saman, tá tað kólnar. Fyll hetta í ymsar formar – t.d. hjørtur – og lat kólna. Bint vakurt band um og hong matin á greinarnar uttanfyri.

 




Viðkomandi greinar