Hekklaðar reinsirondellir
Ítriv

Hekklaðar reinsirondellir

Hugsa um umhvørvið og hekkla tínar egnu reinsirondellir úr bummullartógvi, sum kunnu brúkast umaftur og umaftur. Tær eru lættar og skjótar at hekkla.
Eftir: 07.12.2020

Hekklaðu rondellirnar kennast eitt sindur grovari ímóti húðini enn vattrondellir. Tí kunnu hekklaðu rondellirnar virka sum ein mild skrubbiviðgerð.

Soleiðis gert tú

Byrja við at gera ein ring við at hekkla luftmaskur og samla ringin við eini ketumasku). Hekkla 8 fastmaskur í ringin og samla ringin við eini ketumasku.

1. umfar. Hekkla 1 puffmasku í hvørja fastmasku. Samla ringin við eini ketumasku í fyrstu maskuna á umfarinum.

2. umfar. Hekkla 2 puffmaskur í hvørt millumrúm. Samla ringin við eini ketumasku í fyrstu maskuna á umfarinum.

3. umfar. Skift ímillum at hekkla 1 puffmasku í fyrsta millumrúm, síðani 2 puffmaskur í næsta millumrum, 1 puffmasku í triðja millumrúm o.s.fr. Samla ringin við eini ketumasku í fyrstu maskuna á umfarinum.

4. umfar. Hekkla eina fastmasku í allar maskur allan vegin runt og enda við eini ketumasku.