Hvít troyggja við holmynstri
Ítriv

Hvít troyggja við holmynstri

Yndislig og einføld troyggja, sum bæði kann nýtast til gerandis og fínari høvi.
Eftir: Sáru J. Mrdalo / Mynd Amy Hansen 25.11.2020

Stødd: S (M) L (XL)

Longd: Umleið 62 (66) 69 (69) cm

Breidd: 77 (86) 94 (99)
 
Tilfar:
 4 (4) 5 (5) noðu av Navia Uno hvítum  
 3 (3) 4 (5) noðu av Reina silkimohair hvítum

Stokkar: Rundstokkar nr. 7 og 9 (60 cm)  
        
Bint soleiðis at: 10 eygu perlubinding = 10 cm á stokki nr. 9. Hetta er umráðandi, fyri at troyggjan skal fáa røttu støddina.      
                               
Legg til merkis: Øll blusan er bundin við 2 træðrum av Navia Uno og 1 tráði av Reina silkimohair saman. Troyggjan veksur nakað eftir vask.

Bulur: Kasta 76 (84) 92 (96) eygu upp á stokk nr. 7 við 2 træðrum av Navia Uno og 1 tráði av Reina silki-mohair og bint runt 12 umfør rond (1 rætt og 1 rangt). Skift til stokk nr. 9 og bint 14 (16) 18 (18) cm perlubinding. Set nú ein merkitráð í byrjanini á umfarinum og eftir 38 (42) 46 (48) eygu. Bint holmynstur mitt framman og mitt aftan eftir diagramminum, soleiðis: *Bint 18 (20) 23 (24) eygu perlubinding, bint eftir diagramminum, bint perlubinding til merkitráðin* bint frá *-* einaferð afturat. Diagrammið vísir tey fyrstu umførini av holmynstrinum, halt áfram at binda holmynstur, til tað eru 10 (10) 12 (12) eygu perlubinding eftir á báðum síðum.
Tak síðan av til ermagap soleiðis: Læs 5 (5) 6 (6) eygu av, bint 28 (32) 34 (36) – læs 10 (10) 12 (12) eygu av - bint 28 (32) 34 (36) eygu - læs 5 (5) 6 (6) eygu av.

Erma: Verður bundin aftur og fram. Kasta 28 (28) 30 (32) eygu upp á rundstokk nr. 7 við 2 træðrum av Navia Uno og 1 tráði av Reina silki-mohair og bint 12 umfør rond (1 rætt og 1 rangt).
Skift til rundstokk nr. 9 og bint 21 (23) 23 (23) cm perlubinding, samstundis sum tú á 12. (12.) 10. (10.) hvørjum umfari tekur 1 eyga uppá í báðum síðum, til tað eru 34 (36) 40 (40) eygu. Tá ið erman frá rondini er 20 (22) 22 (22) cm bindur tú holmynstur (eftir diagramminum) mitt á ermuna, á sama hátt sum á bulinum. Bint, til erman er 44 (46) 46 (48) cm (ella eftir ynski). Læs 5 (5) 5 (5) tey fyrstu og 5 (5) 5 (5) tey síðstu eyguni av.

Raglan: Bint ermarnar og bulin saman. Bint fyrst 4 (5) 6 (6) umfør slætt, áðrenn tikið verður av til raglan, har bulurin og ermarnar koma saman fyrstu ferð soleiðis: Tak 1 eyga leyst av, bint 1 eyga, tak tað leysa eygað yvirum, 2 rætt, 2 rætt saman, bint, til 2 eygu áðrenn næsta raglan = 8 eygu verða tikin av hvørja ferð. Bint síðani 4 (5) 6 (6) umfør slætt og tak av til raglan 2. ferð.
Tak síðani av til raglan á 4. hvørjum umfari, 2 (2) 2 (3) ferðir. Bint eitt umfar slætt uttan at taka av.
Slít tráðin og set 6 (8) 10 (10) tey mittastu eyguni framman á ein tráð til háls. Umfarið byrjar nú á høgru síðu á troyggjuni (høgrumegin hálsin), og bint aftur og fram soleiðis: Tak 1 eyga av ímóti hálsinum á báðum síðum, á 2. hvørjum umfari 2 (3) 4 (4) ferðir og halt áfram at taka av til raglan á 4. hvørjum umfari 2 (2) 2 (2) ferðir. Nú verður hálsur bundin.

Hálsur: Bint umleið 58 (62) 66 (66) eygu við rundstokki nr. 7 (60 cm) runt hálsin og bint 5 umfør rond (1 rætt, 1 rangt). Læs av.

Vask: Vaska troyggjuna í Navia sápu og legg hana at turka.




Viðkomandi greinar