Vakrar pappírsstjørnur úr endurnýtslupappíri
Ítriv
Vakrar pappírsstjørnur úr endurnýtslupappíri
Hesar flottu og jólaligu pappírsstjørnurnar eru lættar at gera, og tú eigur allarhelst alt inni, sum tú skalt brúka.
Eftir: Maluna Falkenberg Justinussen Myndir Amy Hansen 12.12.2022

Stjørnurnar kunnu evnast á fleiri ymiskar hættir, tú kanst klippa endarnar á ymsar hættir, gera faldarnar tjykkri ella smalri og gera stórar og smáar stjørnur. Tær stóru hóska væl til eitt vindeyga ella at heingja saman í einum tyssi. Tær smáu kanst tú pynta jólagávur við ella heingja á jólatræið. Øll sløg av pappíri kunnu nýtast. Tapet-leivdir, gávupappír, pappírsposar, bakipappír ella bókabløð. Einans hugflogið setur markið.

Tú skalt brúka
Pappír
Lím ella heftimaskinu
Ein góðan saks
Band

Soleiðis gert tú

  1. Klipp eitt petti av pappíri, so tað er á leið dupult so langt, sum tað er breitt.
  2. Legg pappírið saman í helvt og legg ta helvtina aftur í helvt og so framvegis, so sært tú, hvar tú skalt boyggja.
  3. Byrja so at boyggja pappírið sum eina harmoniku. Boygg fyrst á einari síðu, vend so pappírinum og boygg, vend aftur og halt fram soleiðis, til alt pappírið er boygt sum ein harmonika.
  4. Falda nú harmonikuna í helvt, so tú sært, hvar miðjan er og bint band um. Knýt ein knút og klipp endarnar av.
  5. Klipp endarnar í tað sniðið, sum tú hevur hug til. Rundaðar endar ella hvassar sum ein tríkantur. Tú kanst eisini lata endarnar vera, sum teir eru.
  6. Koyr eitt sindur av lími á ta einu síðuna og heft síðurnar saman. Endurtak hetta stigið við hinum síðunum. Tú kanst eisini festa saman við heftimaskinu.
  7. Set hol í stjørnuna og lat eitt band í, so at stjørnan kann verða hongd upp.




Viðkomandi greinar