Set ovnin á 100 stig.
Sker nakrar appilsinir í tunnar flísar, legg flísarnar á eina bakiplátu við bakipappíri og turka tær í ovninum í ein lítlan tíma. Tak síðani bakiplátuna út – vend appilsinflísunum við, og baka tær síðani aftur í ein lítlan tíma. Allir ovnar eru ymiskir, og tað er torført at siga júst, hvussu leingi appilsinflísarnar skulu vera í ovninum. Tað veldst eisini um, hvussu tunnar flísarnar eru skornar.
Tá ið appilsinflísarnar eru lidnar, skulu tær leggjast á eina rist at kólna og gerast heilt turrar. Best er, at seta appilsinflísarnar í ovnin í góðari tíð, soleiðis at tær í minsta lagi hava eitt samdøgur til at turka, tá tær eru komnar úr ovninum.
Ger kransin
Til kransin skalt tú brúka ein ring av onkrum slagi; hørðum pappi, træi ella líknandi, og støddin á ringinum skal vera áleið 30 cm í tvørmát. Límið skal vera sterkt, og vit viðmæla, at tú brúkar ein límpistól. So er bert eftir at líma turru appilsinflísarnar á ringin – og legg hvørja nýggju flís eitt sindur inn yvir ta fyrru, tú hevur límað. Hang lidna kransin upp við einum vøkrum bandi.