Vestur við føroyskum mynstri
Ítriv

Vestur við føroyskum mynstri

Við íblástri frá 70'unum er bundni vesturin nú aftur hægsti móti. Hesin er eitt sindur oversize og hóskar væl til rákið júst nú í lekkra brenda litinum.
Eftir: Sára Mrdalo / Mynd Amy Hansen 17.12.2020

Stødd: S (M) L

Longd: 49 (54) 59 cm, aftan

Breidd: 96 (110) 124 cm

Tilfar: Navia Duo: 3 (4) 5 noðu av brúnum 254, 1 (1) 1 noða av hvítum 21

Stokkar: Rundstokk 60 ella 80 cm – nr. 4 og nr. 4½

Ermastokkar nr. 3

Bint soleiðis at:         22 eygu = 10 cm á stokki nr. 4½

20 eygu = 10 cm á stokki nr. 4

Hetta hevur týdning fyri, at plaggið skal fáa røttu støddina.

Forstykki og ryggur verða bundin hvørt sær, aftur og fram. Forstykkið verður bundið á stokki nr. 4 og nr. 4½ og ryggurin bundin á stokki nr. 4. Ryggurin er eitt vet longri enn forstykkið.

Forstykki: Verður bundið aftur og fram. Kasta 105 (121) 137 eygu upp á stokk nr. 4 við Navia Duo brúnum og bint 9 umfør rond (1 rætt og 1 rangt) aftur og fram.

Skift til stokk nr. 4½ og bint mynstur eftir diagramminum, til forstykkið er 24 (28) 32 cm. Uttasta eygað á báðum síðum verður bundin við brúnum øll umførini og er ikki ein partur av diagramminum.

Læs nú tey 7 eyguni í miðjuni av til v-háls og bint hvørt síðustykki fyri seg soleiðis: Bint aftur og fram og tak 4,1,1,1 (5,1,1,1) 5,2,1,1 eygu av á 2. hvørjum umfari til ermagap, samstundis sum tú tekur 1 eyga av til v-hálsin á 4. hvørjum umfari íalt 13 (14) 15 ferðir, enda við 4 umførum uttan avtøku. Lat eyguni hvíla.

Ryggur: Verður bundin aftur og fram. Kasta 93 (111) 129 eygu upp á stokk nr. 4 Navia Duo brúnum og bint 15 umfør rond (1 rætt og 1 rangt) aftur og fram.

Halt fram at binda við stokki nr. 4. Bint slætt, til ryggurin er 27 (31) 35 cm. Læs nú 3,1,1 (4,1,1) 4,2,1 eygu av á 2. hvørjum umfari til ermagap. Halt fram at binda slætt, til ermagapið er eins langt sum ermagapið á forstykkinum. Bint ryggin og forstykkið saman.

Kantur um ermagapið: Samla umleið 96 (104) 112 eygu fram við ermagapinum við ermastokkum nr. 4 og bint 7 umfør rond (1 rætt og 1 rangt). Læs av.

Hálsur: Samla umleið 124 (134) 144 eygu fram við hálsinum við ermastokkum nr. 4. Byrja, har v-hálsurin gongur á skák, halt fram runt um hálsin og niður til tey 7 avlæstu eyguni mitt framman – har 7 eygu eru læst av, verða ikki eygu tikin upp. Bint 9 umfør rond (1 rætt og 1 rangt). Læs av.

Kanturin fram við hálsinum: Legg høgru síðu á hálskantinum oman yvir vinstru síðu og seyma kantarnar fastar niður móti kantinum.

Vask: Vaska vestin við Navia sápu og legg hann síðan at turka. Pressa vestin varisliga við vátum klúti.




Viðkomandi greinar