Kvinna gleðist um saman við Bragdinum at bjóða tær við til Kvinnurenningina 2026, sum í ár verður 16. mai. Sum siðvenja er fara vinkonur, systrar, mammur, døtur, ommur, bindiklubbar og starvsfelagar úr øllum landinum at renna saman til ársins hugnaligastu renning. Vit gleða okkum.
Kvinnurenningin 2026 byrjar við gamla studentaskúlan í Hoydølum endar á Vaglinum. Sí rutuna her. Melda til áðrenn 11. mai 2026 og tryggja tær luttøku fyri 350 kr. Eftir 11. mai hækkar prísurin til 399 kr.

Melda til her!

Við luttøku fært tú stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.


Avmarkað nøgd!
Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5.:
Mikudagin 13. mai kl. 10.00 til 18.00. 
Fríggjadagin 15. mai kl. 10.00 til 18.00.
Leygardagin 16. mai kl. 10.00 til 13.00

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2026 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.