Tað er upplagt at uppliva føroysku fjøllini um summarið – antin saman við børnum ella á einum longri túri niðan á ein fjallatind.
Laila av Reyni hevur gingið upp á allar 340 fjallatindarnar í Føroyum og kennir tí nógvar av teimum bestu túrunum kring landið. Her viðmælir hon fimm túrar, sum hóska væl til familjur við børnum frá umleið fimm ára aldri, og fimm túrar til tín, sum vilt longur niðan og njóta útsýnið frá tindunum.
Les eisini: – Komin niðan á ein fjallatind fyllist eg við gleði og kobli púra úr øllum gerandismeldrinum
Fimm hugnaligir túrar við børnunum:
Við børnum viðmælir Laila lægri tindar, bygdagøtur ella túrar kring vøtn:
- Eiðiskollur, 352 metrar, Eysturoy
- Trælanípa, 142 metrar, Sørvágsvatn ella Fjallavatn, Vágar
- Skálhøvdi, 203 metrar, Sandoy
- Mýrudalur og Lambhagin í Sandvík, Suðuroy
- Toftavatn, Eysturoy
Fimm fjallatúrar við stórslignum útsýni:
Allir fjallatúrar hava okkurt vakurt at bjóða, men her eru fimm góð boð frá Lailu í tilvildarligari raðfylgju:
1. Árnafjall, 722 metrar, Vágar
Árnafjall er hægsta fjall í Vágum. Set bilin í Gásadali og gakk niðan ímillum Heinanøvu og Árnafjall. Komin niðan á tindin sært tú yvir alla oynna, sum er ein tann vakrasta oyggin, vit eiga.
2. Tosskorarhorn, 644 metrar, Streymoy
Set bilin við vegin millum Hvalvík og Saksun. Hetta er ein langur, men hugtakandi túrur.
3. Villingadalsfjall, 841 metrar, og Enniberg, Viðoy
Fjøllini eru oman fyri Viðareiði, og har er ein góð gøta at fylgja allan vegin niðan.
4. Rávan, 432 metrar, Suðuroy
Rávan er oman fyri Vág. Tú kanst koyra niðan eftir Eggjavegi, og haðani er ikki so langt at ganga niðan á tindin.
5. Tindarnir á Kunoy
Allir tindarnir á Kunoy geva eina fantastiska uppliving. Laila mælir tó staðiliga til, at tú fert saman við einum staðkendum.