4 erotiskar bøkur, sum gera summarið heitari
Lívsstílur
4 erotiskar bøkur, sum gera summarið heitari
Summarið kann verða heitt, hóast tað er vindur og regn uttanfyri. Bøkurnar snúgva seg um nógv meira enn sex, men felags fyri tær allar eru góðar, erotiskar frásagnir.
Eftir: 30.06.2025

Stilleben eftir Yael van der Wouden

Andstygd verður til tráan, og vanvirðing verður til longsul í hesari fyrstu skaldsøguni hjá Yael van der Wouden.
Stilleben fer fram í 1961 í friðarliga landslutinum Overijssel í Hollandi, har Isabel býr einsamøll í húsinum hjá mammu síni, sum er deyð. Lívið er skipað, akkurát sum Isabel vil hava tað. Alt broytist tó, tá beiggin kemur við unnustu síni, Evu, sum skal búgva hjá Isabel hetta summarið. 
Eva svevur leingi, larmar og órógvar skipaða gerandisdagin í heiminum. Isabel gerst ill, men eisini drigin at Evu, og við tíðini koma gomul loyndarmál eisini undan kavi.
Hetta er ein spennandi søga um girnd, mótsetningar og arv. Og um hvussu lívið ofta er nógv meira samansett, enn tað annars tykist.

 

Fantasier eftir Elisa Lykke

Kvinnuligur seksualitetur fær her rúmd og rødd. Í bókini eru erotiskar stuttsøgur, sum Elisa Lykke upprunaliga gav út á netinum í 2021 saman við fleiri kendum dønum. Hesar søgurnar, sum áður bara hava verið tøkar sum ljóð- og ebøkur, eru nú savnaðar í einari vakrari bók við myndum og sitatum um longsul, kærleika og sex.
Søgurnar hava fingið góða móttøku. Elisa Lykke hevur fingið nógv boð frá bæði monnum og kvinnum, ið kenna seg aftur í søgunum og takka henni fyri, at hon hevur sett orð á teirra erotisku tankar og dreymar.

 

Bridgerton – Den ugifte hertug eftir Julia Quinn

Romantikkur, spenningur og fjas í London í 1800-talinum. Fyrsta bókin í kendu Bridgerton-røðini byrjar við, at Daphne og hertogin Simon lata sum um, at tey eru trúlovað. Men hvat er spæl, og hvat er veruleiki? Tað verður sum tíðin gongur trupult at skilja ímillum í heitu søguni um kærleika og óvæntaðar kenslur.

 

På alle fire eftir Miranda July

Ein 45 ára gomul, hálvkend listakvinna broytir brádliga kós. Hon sigur farvæl við mann og barn og koyrir heimanífrá. Hon leigar seg inn á eitt gistingarhús og letur seg draga inn í eina heilt aðra og óvæntaða ferð enn upprunaliga ætlað.
På alle fire er ein opinskárað, humoristisk og erotisk søga um at venda alt í lívinum á høvdið og júst har finna javnvágna.

 




Viðkomandi greinar