5 góð ráð - soleiðis hugnar tú um uttanfyri
Lívsstílur
5 góð ráð - soleiðis hugnar tú um uttanfyri
Manglar svalin ella terrassan hatta eyka piftið? Her eru 5 skjót ráð til tín, sum skapa hugnaliga og innbjóðandi huglagið við tað sama
Eftir: Kvinnu 16.06.2023

Set blómur á borðið...

Set sjálv saman blómutyssi við blómum úr havanum. ella keyp t.d. nellikar og set teir eitt sindurtilvildarligt í ein stóran vasa.

Set á bakka...

Skapa hugna við at samla lekkrar munnbitar og drykkir á einum bakka, har tað kanska eisini erpláss fyri einum kertiljósi.

Variera snið og litir...

Fá kensluna av summarhúshugna fram við at velja gløs ella koppar í ymsum sniði ella litum, og kanska tú eigur ein hugnaligandúk í ljósum litum.

Fjálga við teppum...

Legg teppir á stólarnar, so gestirnir kunnu balla seg eitt sindur, um tað verður ov kalt at sita úti. Teppini síggja hugnalig út og geva eitt fjálgt huglag.

Set krukkur ymsastaðni...

Um tú hevur krukkur við blómum, so er eitt gott hugskot at savna tær nærhendis havaborðinum, har tit sita-blómur spreiðagleði og gott lag.