5 góð ráð, tá ið tú skalt broyta vanar
Lívsstílur
5 góð ráð, tá ið tú skalt broyta vanar
Ert tú ein teirra, ið hevur sett tær okkurt nýggjárslyftið, nú vit standa á gáttini til eitt nýtt ár? Vit kenna tað allar, at hett við at broyta vanar, er ikki altíð so lætt. Hví? Tí vanar eru ikki so lættir at broyta. Hvussu gera vit, og hvar byrja vit? Her fært tú fimm góð ráð, ið kunnu hjálpa tær at fara strategiskt til verka við at broyta vanar.
Eftir: 30.12.2020

1. Granska tínar vanar
Fyri at broyta vanar eru vit noyddar at finna fram til, hvat tað er fyri ein tørv vit nøkta við at gera, sum vit gera, og síðani finna eina loysn út frá tí. Etur tú til dømis ofta góðgæti, kann tað vera, tí tú etur eftir tínum kenslum – tá ið tú ert kedd, móð, stressað ella ill, ella kanska fyri at sleppa øllum tonkum. Tað kann eisini vera, at tú roykir og gert tað fyri at minka um stress í gerandisdegnum, altso fyri at fáa frið eina løtu osfr. Tað er umráðandi, at vit ikki bara síggja tað ringa við teimum vanum, vit hava, men viðurkenna, at teir í roynd og veru nøkta ein tørv, vit hava. Tá ið vit byrja at viðurkenna og finna útav, hvat tað er fyri tørvir, vit hava, kunnu vit byrja at finna aðrar loysnir, aðrar hættir og aðrar gerðir, ið kunnu nøkta sama tørvin.

Finn tí fyrst og fremst fram til, hvønn tørv tínir vanar nøkta, skriva tær tað niður og arbeið út frá tí.

2. Eitt ting í senn
At vanar eru inngrógvin atferð, er eingin loyna, og tí gera vit tað, vit eru vanar uttan nakað hóvasták. Skulu vit brádliga broyta atferð, krevur tað fyrst og fremst stríð og strev, tí tað er ikki bara bara alla tíðina at minnast til at gera tingini øðrvísi, enn vit eru vanar. Tí er umráðandi, at vit ikki leypa framav og broyta alt í senn. Tá ið tú hevur granskað tínar vanar og funnið fram til tað, tú metir vera orsøkina til, at tú ikki røkkur tínum málum, ræður um at taka eitt ting í senn. Eitt stig í senn og ein vana í senn. Vit vilja altíð fegnar broyta alt í senn, so sum at eta minni góðgæti, eta meira frukt og grønmeti, røra okkum meira, sova meira, roykja minni og Gud náði okkum eisini minnast til at drekka nokk av vatni osfr. Alt í senn!! Og sum oftast standa vit aftan á eina tíð og hava ikki gjørt nakað av tí, vit hava sett okkum fyri. Hví? Jú, tí vit vilja hava alt at henda beinanvegin, og tað ber barasta ikki til. Savna teg heldur um tann eina vanan at byrja við.

3. Ver ítøkilig
At seta sær fyri at broyta ein vana er eitt, hvussu vit megna tað, er nakað heilt annað. Fyri at megna tað er umráðandi, at vit eru ítøkiligar og vita, hvat tað er, vit skulu gera. Til dømis siga fleiri, at tær fara at “eta minni”, “røra seg meira” ella “sova meira”, alt sera óítøkiligar útsagnir. Fyri at gera vanabroytingina meira ítøkiliga, kanst tú tí heldur siga: “Fyri at eta minni skal eg, hvørja ferð eg havi etið eina portión av nátturða, seta tallerkin í uppvaskimaskinuna, soleiðis at eg ikki fái mær meira”; ella: “Hvønn týs- og hósdag aftan á arbeiðið skal eg ganga mær ein túr” osfr. Tað ræður um at seta sær fyri at broyta atferðina og ikki bert hugsa um, hvat eg skal gera minni ella meira av, men heldur spyrja seg sjálva, hvat skal eg gera fyri at gera minni ella meira av hasum?

4. Hav eina ætlan
Eg skal bara.. taka meg saman… hava meira dissiplin… finna útav at gera tað… sparkast í gongd… Hetta eru sera vanligar orðingar frá fólki, ið fegin vilja broyta vanar. Í staðin fyri at ganga útfrá, at tað bara er lætt at broyta vanar og atferð, kanst tú spyrja teg sjálva: ”Hvussu skal eg gera?” At gera sær eina ætlan er óivað tað amboðið, sum hevur størstan týdning, tá ið talan er um vanabroyting. Ger tær ein lista yvir tað, tú fegin vilt broyta, og legg tær so tingini til rættis. Finn útav, hvar “trupulleikin” er og ráðlegg, hvat tú skalt gera, um tað og tað hendir. Tí við ráðlegging kanst tú alla tíðina vera eitt fet framman fyri teg sjálva, soleiðis at alt gerst lættari og greiðari, og líkindini fyri, at tað fer at eydnast tær, gerast eisini størri, tí tú hevur hugsað alt gjølla ígjøgnum.

5. Ver áhaldin
Tað er sera torført at broyta gamlar vanar, og ja, tað verða snávingarsteinar á vegnum. Minst til, at vit altíð seta ov høg krøv til okkum sjálvar, og tí er skjótt at føla seg miseydnaða - og snáva og missa hugin at halda á. Set tær tí ikki ov høg krøv, og minst til, at tað er púra vanligt at snáva viðhvørt. Tí vanabroytingar krevja hart arbeiði, og vegurin er ikki altíð bara beinur.