
1. Eg mæli til, at tú keypir tær dyppiskógvar og -handskar, so tú hevur ta verjuna, tá tú dyppar. Tað er gott at vera í skóm, tí teir verja, tátú traðkar útí - tú veitst nevniliga ikki altíð, hvat tú traðkar á. Handskarnir gera eisini, at vatnið ikki kennist so kalt, tí tað følist enn kaldari, tá hendurnar verða kaldar.
2. Tá ið tú ert nýbyrjari, so er gott at hava tol og kanska byrja við at vassa. Ikki hoppa undir fyrstu ferð. Eg kenni fleiri, sum hava brúkt langa tíð, áðrenn tey klára at koma útí.
3. Ver saman við øðrum, ikki dyppa einsamøll.
4. Kennir tú teg kalda gjøgnum dagin, kann tað hjálpa at fara í føroysk, ullintklæðir, eftir at tú hevur dyppað.
5. Tað er ikki neyðugt at fara hvønn dag,um tað ikki liggur fyri, tí tú fært eisini ágóðar av at fara av og á.