5 góð ráð til tín, sum vilt byrja at dyppa
Lívsstílur
5 góð ráð til tín, sum vilt byrja at dyppa
Tað kann kennast sum ein stór avbjóðing at fara út í kalda sjógvin fyrstu ferð. Men við røttu fyrireikingini, góðum toli og øðrum rundan um teg ber væl til at byrja spakuliga
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir úr Tjaldavík og Borðoyavík 28.06.2026

Asta Poulsen hevur dyppað regluliga í fleiri ár. Her gevur hon fimm einføld og praktisk ráð til tín, sum hevur hug at royna teg við dypping.

 

Les eisini: Ein avbjóðing gjørdist til ein dagligan vana: Nú er Asta bundin at køldu dyppunum

1. Fá tær dyppiskógvar og -handskar

Dyppiskógvar verja føturnar, tá tú fert út í sjógvin, tí tú veitst ikki altíð, hvat tú traðkar á. Handskar eru eisini góðir at hava, tí kuldin ofta kennist serliga væl í hondunum.

 

2. Byrja spakuliga

Hav tol við tær sjálvari, og byrja møguliga við at vassa. Tú nýtist ikki at fara heilt undir fyrstu ferð. Summi brúka langa tíð, áðrenn tey kenna seg trygg við at fara longur út.

 

3. Far saman við øðrum

Dyppa ikki einsamøll. Serliga sum nýbyrjari er tað bæði tryggari og hugnaligari at fara saman við øðrum.

 

 

4. Far í heit ullint aftaná

Kennir tú teg kalda seinni á degnum, kann tað hjálpa væl at fara í ullint klæðir, eftir at tú hevur dyppað.

 

5. Tú nýtist ikki at dyppa hvønn dag

Tað er ikki neyðugt at fara á sjógv hvønn dag. Tú kanst eisini fáa nógv burtur úr dyppingini, hóast tú bert fert av og á.