6 góðar sendirøðir til heystið
Lívsstílur

6 góðar til heystið

Kvøldini eru longri og myrkari, nú vit fara inn í november, og hvat er betri enn at hava eina góða sendirøð at gleða seg til áðrenn songartíð?
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Veitari 29.08.2020

Dronninggambit

"Flogvit og psykosa fylgjast ofta at", verður sagt í røðini um Elisabeth Harmon. Foreldraleysa gentan er eitt friðarligt flogvit, og tá hon av tilvild sær húsavørðin á barnaheiminum sita og telva, letur ein heimur seg upp fyri henni, sum um hann bert hevði bíðað eftir henni. Skjótt vinnur hon á húsavørðinum og teimum bestu telvarunum í lokala talvfelagnum, og eftir stuttari tíð sleppur hon at telva móti sterkastu telvarum í USA og setur sær sum mál at hitta stórmeistararnar úr Russlandi.

Ein hugtakandi søga um eina gentu, sum við sínum gløgga høvdi og svongd eftir at vita alt um talv, sigrar og setur dagsskránna í USA í 1950-60 árunum. Søgan er bygd á skaldsøgu, og er søgan sostatt íspunnin, men vit elska søguna um gløggu gentuna við tí reyða hárinum og mótarøttu kjólunum, sum jarðleggur mann eftir mann hinumegin talvborðið.

Dronninggambit telur 7 partar, sum eru at finna á Netflix.

Ulven kommer

Nýggja sunnukvøldsrøðin hjá DR, Ulven kommer, kundi neyvan verið meir viðkomandi og tíðarhóskandi, nú danska stjórnin hevur valt at økja fokusið á barnavernd. Røðin byrjar við einum stíli, sum 14 ára gamla Holly skrivar, har hon fortelur, hvussu fosturpápi hennara slær hana. Eftir stutta avhoyring av børnunum tekur barnaverndin avgerð um at taka børnini frá foreldrunum og senda tey í familjupleygu.

Men hava sosialu myndugleikarnir fingið alla søguna? Sigur Holly satt?

Higartil eru tríggir partar av røðini komnir, sum eru at finna á dr.dk.

Nurse Ratched

Eitt herligt spinoff av kendu sjúkrasystrini úr filminum One Flew Over the Cuckoo’s Nest. Tú hevur ikki hugt leingi, áðrenn tú varnast, at okkurt er heilt galið við tí annars so vøkru sjúkrasystrini, Ratched, sum framvegis starvast á sinnissjúkrahúsi millum vandamiklar sjúklingar.

Nurse Ratched er so óhugnalig, at hon eisini er stuttlig og undirhaldandi.

Fylg Ratched og hennara sjúklingum á Netflix.

The Undoing

Ein av mest umrøddu røðunum júst nú við Nicole Kidman og Hugh Grant høvuðsleiklutunum. Grace og Jonathan eru hjún og hava ein son saman. Tey hava klárað seg væl. Hon er best umtókti parlagsviðgerði í New York, og hann er barnalækni. Men hann hevur eitt stórt loyndarmál, og tá ein kvinna verður funnin myrd, peika allir pílar móti tí annars so væl dámda barnalæknanum. Og hvussu nógv veit konan í veruleikanum? Og hvør lýgur fyri hvørjum?

Røðin kann síggjast á HBO Nordic. Nýggjur partur kemur hvønn mánadag.

Undersøgelsen

Nýggj spenningsrøð hjá TV2, sum byggir á óhugnaliga málið um kavbátin, tá Peter Madsen myrdi svenska journalistin, Kim Wall. Í røðini fylgja vit kanningarliðnum, sum hevur fingið fráboðan um, at heimagjørdi kavbáturin varð horvin.

Røðin telur seks partar og er mannað við stjørnuleikarum sum Pilou Asbæk, Søren Malling og Sara Christensen. Undersøgelsen er at finna á TV2.

The Crown

Væl umtókta røðin um bretska kongshúsið verður nú víðkað við einari nýggjari sesong. Í sesong 4, sum fer av bakkastokki 15. november, sleppa vit endiliga at síggja prinsessu Dianu, sum einans 20 ára gomul giftist tí 12 ár eldri prins Charles.

Higartil hevur røðin fingið nógvar rósur frá ummælarum, og serliga er tað Olivia Colman, sum fær rós fyri leiklutin sum drotning Elizabeth II. Í sesong trý hevur Josh O’Connor staðið seg væl sum prins Charles, og í komandi sesong kunnu vit gleða okkum til fleiri spennandi nøvn. Eitt nú skal Gillian Anderson frá X-Files skal spæla Margaret Thatcher.

Røðin kann síggjast á Netflix.




Viðkomandi greinar