Dagarnir eru vorðnir myrkari, vindurin leikar harðari og ælini eru títtari. Í hesum hugnaliga, illfýsna veðrinum finst næstan onki betur høvið enn at leita sær undir teppið á sofuni og binga eina óhugnaliga og spennandi krimirøð - um tú sjálvandi hættir tær eina slíka. Tað spenta og myrka huglagið, halda vit, hóskar væl til ruskutu heystkvøldini.
Vit hava funnið 6 spennandi krimirøðir, ið eru at síggja á ávikavist Netflix, HBO og Apple TV+.
MONSTER: The Ed Gein Story

Tann fyrsta krimirøðin er sjálvandi søgan um Ed Gein. Hetta er triðja Monster-røðin av einari antologi, ið fara í dýpdina við ymiskum brotsverkum ella drápsfólkum, sum hava vakt stóran ans.
Henda triðja Monster-røðin lýsir drápsmannin og gravrænarin, Ed Gein. Í 1950unum livdi Gein, at líta á, eina stilla tilveru á einum skrivisligum garði í Wisconsin, og var hann ein vældámdur ungur maður millum hinar íbúgvarnar í býnum. Men handan afturlatnar dyr, fjaldi Gein ein óhugnaligan veruleika. Røðin fer afturum brotsmannin fyri at skilja, hví hann gjørdi sum hann gjørdi.
Monster-røðirnar eru at síggja á Netflix.
Defending Jacob

Í hesari minirøðini møta vit sakføraranum Andy Barber. Hann er við, tá ein drongur verður funnin dripin í skógnum. Ein samanbrestur sprettur ímillum familju hansara og arbeiðið, tá ið sonurin hansara verður ákærdur fyri at hava dripið henda drongin, sum er ein floksfelagi. Henda ákæra setur bæði arbeiði og familjulív undir stórt trýst. Røðin setur tankarnar hjá tær í gongd, bæði við at seta spurnartekin við hvørs søga í veruleikanum er tann sanna, men eisini hvussu langt eitt foreldur er ment at fara fyri sítt barn.
Dámdi tær Adolescence-røðina, er hendan røðin heilt víst nakað fyri teg.
Minirøðin er at síggja á Apple TV+.
Mare of Easttown

Triðja krimirøðin er um detektivin Mare. Mare er flutt aftur til heimbýin, Easttown, ið er ein lítil býur í Pennsylvania, har øll annaðhvørt eru í familju við hvørt annað ella hava gingið í fólkaskúla saman. Mare er eftir hjúnarskilnað flutt inn til mammu sína, saman við dóttrini og ommusoninum. Hon verður skjótt plágað av einum óloystum máli, tá ein genta úr býnum eitt ár frammanundan sporleyst hvarv, og enn ikki er funnin. Samstundis verður ein genta funnin deyð í skógnum, ið tískil setur spurningarnar og arbeiðið í gongd.
Krimirøðin er at síggja á HBO.
Presumed Innocent

Fjórða røðin snýr seg um eitt ógvusligt morð, sum verður lagt í hendurnar á ákæruvaldinum. Eitt mál, sum ákærin Rusty Sabich endar við at fáa ábyrgd av. Tað er starvsfelagi hansara, Carolyn, sum er offrið, og tey bæði hava áður arbeitt tætt saman. Tó so verður eisini funnið fram til, at tey hava fjasast, og tað ger, at Rusty brádliga er undir illgruna. Tískil verður hann tikin av málinum. Hesin illgrunin er týnandi fyri familjuna, bæði orsakað av illgrunanum, men eisini av sambandinum.
Røðin er at síggja á Apple TV+.
Dept. Q

Fimta krimirøðin er um detektivin Carl Mørck. Carl er ein ógvuliga dugnaligur detektivur, men ein vánaligur starvsfelagi. Hann er fyltur við skuldarkenslu eftir eitt álop, ið førdi til, at makkari hansara bleiv lammaður, og at ein annar løgreglumaður doyði. Hóast hann er harður at líta á, so vísir tað seg, at hann bæði er bleytur og hjartagóður undir yvirflatuni. Tá ið Carl kemur aftur til arbeiðis, fær hann sína egnu deild at leiða, umframt nýggjar starvsfelagar. Dynamikkurin ímillum tey trý er uttan trupulleikar, men tey verða skjótt sett á eitt mál, ið setir lívið hjá teimum uppá spæl. Ein krimirøð, ið bæði er sterk, skemtingarsom og menniskjanslig.
Røðin er bygd uppá krimiskaldsøgurnar hjá Jussi Adler-Olsen, “Kvinden i buret”, “Fasandræberne”, “Flaskepost fra P” og Journal 64, ið áður eru gjørdar til danskar filmar. Department Q er ein skotsk sendirøð bygd uppá hesar skaldsøgurnar.
Krimirøðin er at síggja á Netflix.
The Outside

Sætta krimirøðin er ‘The Outsider’. Ein 11 ára gamal drongur verður funnin dripin, og skjótt og alment verður ein vældámdur fótbóltsvenjari í smásamfelagnum handtikin av løgreglumanninum Ralph, tí tað at síggja til er heilt víst, at tað er hann sum er drápsmaðurin. Støðan verður tó skjótt torskild, tí bæði vitnir og sjónbond kunnu avdúka, at fótbóltsvenjarin var langt burturi frá brotstaðnum, tá ið morðið fór fram. Dugnaliga Holly, sum er serfrøðingur í truplum málum, verður tilkallað at arbeiða saman við Ralph. Tað vísir seg tó, at tey ikki eru góðir samstarvsfelagar.
Røðin er at síggja á HBO.
So gev tær nú stundir at fara niður í gir og hugsavna teg um eina av hesum spennandi krimirøðunum - ger tær ein góðan drekkamunn, sløkk ljósið og legg teg undir heita teppið. Vónandi finnur tú ta røttu millum hesi seks uppskotini ... og so er ruskuta heystkvøldið bjargað!