
1. Tvey gjaldskort
Um kortið verður mist, stolið ella óvirkið á ferðini, er gott at hava eitt eyka kort við. Visa og Mastercard virka ymiskt og hava ymiskar fyrimunir og avmarkingar.
2. Melda til 3D Secure
Tryggja tær, at gjaldskortini eru meldað til 3D Secure trygdarloysnina. Spyr bankan, um tú ivast. Uttan 3D Secure er ofta trupult at bíleggja flogferðir, hotell ot.
3. Keyp ferðina við Mastercard
Keyp uttanlandsferðina við Mastercardi. Tá ert tú betur tryggjað, um flogfelagið fer á húsagang. Eisini hava Mastercard Gull og Mastercard Platin ferðatrygging í sær, men tryggja tær, at hesar dekka tín tørv. Kanna veitaran, áðrenn tú keypir ferðir á netinum. Sera nógvar ferðaskrivstovur bjóða seg fram, og ikki allar eru álítandi.
4. Vel røttu ferðatryggingina
Syrg altíð fyri at hava ferðatryggingina upp á pláss, áðrenn tú fert at ferðast. Ferðatryggingin tryggjar teg, um tú knappliga skalt hava læknahjálp uttanlands ella hevur tørv á at koma skjótt og trygt heim. Um tú ferðast javnan, er ársferðatryggingin helst rætta loysnin. Hon fevnir um allar privatar ferðir, hevur óavmarkað endurgjald fyri sjúku/skaða og heimflutning, og hon kann fevna um alt húskið.
5. Skalt tú leiga bil?
Syrg fyri at hava rætta gjaldskortið við til bilaleigu. Fleiri feløg, sum leiga bilar út, krevja kredittkort og góðtaka ikki Visa/Dankort ella Mastercard Debit. Ferðast tú við bili, mást tú eisini hava reyða tryggingarkortið við. Minst tá eisini til at kunna teg um lokal krøv til trygdarútgerð í bilinum.
6. Tá tú brúkar kortið
Tá tú brúkar kortið uttanlands, ansa tá eftir:
- at verja loynitalið, eisini í sjálvtøkum.
- at handilin/matstovnan tekur røttu upphæddina, áðrenn tú góðkennir keypið. Goym kvittanina.
- at bókingarnar á kontuni eru rættar. Kanna í netbankanum, boðtænastuni ella á kontuavriti.
7. Hav Netbankan og tryggingarappina við tær
Við Netbankanum sum app fært tú altíð og allastaðni fylgt við í nýtsluni á kontunum. Har fært tú eisini roknað gjaldoyra og lætt sperrað gjaldskort, um tað td. verður stolið.
Tryggingarappin hjá Betri Trygging gevur tær bláa og reyða tryggingarkortið við á ferðina. Við appini kanst tú lætt fráboða skaða beinanvegin á staðnum. Eisini kanst tú boða frá, um viðførið er seinkað ella burturmist.
Góða ferð.