7 kvinnur vit tosaðu eyka nógv um í 2022 - og ikki uttan orsøk
Lívsstílur
7 kvinnur vit tosaðu eyka nógv um í 2022 - og ikki uttan orsøk
Minnist tú hesi 7 nøvnini, nú vit líta aftur á árið, ið fer? Kvinnurnar eru ymiskar, men eitt hava tær til felags - tað hevur nærum verið ógjørligt ikki at leggja tær til merkis í 2022
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Amy Hansen og veitarar 31.12.2022

Millum annað fekk ein teirra umrøðu sum politikari, onnur orsakað av klændnavali, ein fyri nívandi lagnu sína í Iran og aðrar sum tónleikarar. Her eru sjey kvinnur, vit tosaðu nógv um í 2022, ið allar hava tað til felags, at tað í 2022 hevur verið ógjørligt ikki at leggja tær til merkis.

Anna Falkenberg
Anna Falkenberg fekk nógva miðlaumrøðu, tá hon kom flúgvandi inn á Fólkating við útvið 3000 persónligum atkvøðum. Mong vóru púra tikin á bóli av nýggja stjørnuskotinum hjá Sambandsflokkinum. Hon er onnur kvinnan, sum føroyingar hava valt á Fólkating, og hon er eisini yngsta fólkatingsumboð Føroya síðani 1915.


Helle Thorning-Schmidt
Til stásiligu galla-veitsluna hjá Margretu drotning 11. september var fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, í einum ljósareyðum kjóla, sum fekk fleiri danir -og føroyingar við - upp úr sofuni. Fólk hildu nevniliga kjólan vera ógvuliga óhóskandi til slíka veitslu, tí hann var í so niðurringaður. Hinvegin sóu summi Helle Thorning-Scmidt sum eina fyrimynd, ið ger tað, hon hevur hug til - serliga sum kvinna. Stórt kjak stóðst eisini av júst hesum kjólanum millum lesararnar hjá Kvinnu, tá vit spurdu, hvat tit halda um kjólan, ið var sniðgivin av dananum, Søren Le Schmidt.

Brimheim
Helena Brimheim Rebensdorff - við listafólkanavinum Brimheim - hevur verið nógv umrødd í donskum og í føroyskum miðlum seinasta góða árið, og hon er eitt tað heitasta navnið á føroyska og danska tónleikapallinum í løtuni. Í ár vann hon tríggjar FMA-virðislønir fyri besta kvinnuliga sangara, besta bólk og besta sang.

Jina Mahsa Amini
Tá iranska Jina Mahsa Amini doyði í september orsakað av løstum, eftir at hon varð handtikin og pínd av iransku siðaløgregluni, tí hon, sambært teimum, ikki hevði turriklæðið rætt á høvdinum, byrjaðu størsti ófriður og mótmælisgongur í Iran nakrantíð. Óskiljandi lagna hennara elvdi til vreiði og frustratión millum fleiri hundrað túsund iranskar røddir, ið ynskja broyting í landinum. Fleiri kvinnur kliptu hárið av á gøtunum, og mótmælissangir vóru alla staðni á sosialu miðlunum, har fleiri mintu okkum á lagnuna hjá Jina Mahsa Amini við vón um, at hon – og rørslan deyði hennara byrjarði - ongantíð verða gloymd.

Rannvá Magnadóttir
– Eg havi valt at rætta ryggin og lata gerningsmenninar skamma seg, segði Rannvá Magnadóttir í vár, tá hon varð gjørd varug við, at hennara navn var á listanum av naknum kvinnum í fílini Golden Maps, sum aftur var á digitalari umferð. Hon valdi sjálv brúka sosialu miðlarnar til at taka orðið og broyta retorikkin við at greiða frá tí, sum hent var og leggja skommina á røttu hill – nevniliga hana hjá teimum, ið høvdu framt lógarbrot og tikið, viðgjørt og lutað myndir uttan samtykki.
– Alt ov leingi hava vit lagt skyld og skomm á tær kvinnur, ið hava verið útsettar fyri talgildum harðskapi. Snakkar eitt heilt samfelag soleiðis við og um kvinnur og talgildan harðskap, verður tað jú góðtikið. Eg vóni veruliga, at hetta nú er við at broytast og at hendan rørslan kann vera við til at skapa nýggjar normar, so at vit taka skomina av kvinnuni og kvinnukroppinum. Tað er umráðandi at minnast til, at vit allar eiga okkara egnu kroppar. Vit avgera sjálvar, um ella nær vit deila hann við onnur. Tað skal eingin listi, mappa ella maður avgera, sigur Rannvá.

Lizzo
Lizzo er ikki eitt nýtt navn, men í 2022 fekk hon av álvara viðvind – serliga á sosiala pallinum TikTok, har hon nú er tann størsti artisturin við 24 milliónum fylgjarum. Torført var eisini at koma sær undan at hoyra stóra hittið ‘About Damn Time’ – sum Lizzo jú eisini fekk fleiri av sínum fylgjarum at dansa við til á TikTok.
Góðu tónleika-úrslitini tryggjaðu henni eisini eina Emmy virðisløn, har hon helt eina takkarrøðu, sum veruliga fekk afturljóð millum fjepparar hennara, og sum eisini elvdi til, at hon varð fagnað á sosialu miðunum sum ein av størstu tónagevandi persónunum í ár.

Gentuvesið
við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir og Anniku Dalsgaard

Nógv hevur verið tosað um ungdómssendingina Gentuvesið í Kringvarpinum, sum hevur veitt ungum sum eldri ein pall, har tey ferð eftir ferð dulnevnt fáa vent lívsins ivamálum – líkamikið hvat evnið er. Ofta hava kontroversiellar tvístøður, ið av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu vendast við familju ella vinir, verið viðgjørdar saman við skiftandi, men engageraðum gesta-vertum.