8 føroyskir poddar
Lívsstílur
8 føroyskir poddar
Poddvarpið hevur veruliga gjørt innrás í Føroyum, og fleiri og fleiri poddar stinga seg upp fyri tíðina. Her eru átta nýggir føroyskir poddar – kanska tú finnur ein ella fleiri, sum tú tímir at lurta eftir?
Eftir: Ingrid Bjarnastein 09.08.2021

Verkavarpið

Hetta er ein poddur um arbeiðslív og arbeiðstrivnað. Tað er Føroya Arbeiðarafelag, sum gevur poddin út, og Elisa Vang er vertur. Poddvarpið er ætlað øllum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum.

Pengapoddurin

Undirheitið til hetta poddvarpið er: Til tín, sum vil duga betur at brúka og spara pengar.

Pengapoddurin snýr seg um nýtslu, uppsparingar, íløgur, pensjón og alt tað, sum hevur við pengar at gera. Birgith Lassen framleiðir poddin í samstarvi við Betri.

Læn mær eitt oyra

BankNordik framleiðir eisini eitt poddvarp, har tosað verður um lán, íløgur, pensjón, rentur, tryggingar, arv og mangt, mangt annað, sum hevur við vanlig fíggjarviðurskifti at gera.

Lesikrókurin

Poddvarp hjá forlagnum Sprotin, har hvør partur viðger eina bók, sum forlagið gevur út. Tríggir lesarar skifta orð um bókina, ummæla og viðgera. Lesikrókurin verður eisini sendur í Kringvarpi Føroya. Vertur er Eilen Anthoniussen.

Hvussu sær verðin út í javnstøðubrillum?
Javnstøðunevndin og Demokratia hava kastað saman um at framleiða poddvarpið

‘Hvussu sær verðin út í javnstøðubrillum?’ Hvussu sær arkitekturur, retorikkur, gransking, søga, list, matgerð, heilsa, útbúgving, fiskivinna, ja, alt okkara lív út við javnstøðubrillum? Fáa vit eyga á okkurt, sum vit vanliga ikki síggja? Tað veitst tú, tá tú hevur lurtað eftir poddvarpinum hjá Javnstøðunevndini og Demokratia. Ymsir gestir greiða frá um eitt ávíst evni – sæð við javnstøðubrillum - í hvørjum poddi, og vertur er Óluva Zachariasen.

Menn í kjóla

Tveir prestar, Ovi Brim og Jákup Erlingsson Petersen, hava tikið stig til ein nýggjan pall at kunngera sín boðskap sum prestar, og tað gera teir undir skemtiliga heitinum Menn í kjóla.

Datvarpið

Datvarpið er eitt poddvarp, sum Blákrossheimið framleiðir. Í hvørjum parti verður ein DAT-førleiki gjøgnumgingin á ein einfaldan og lættan máta. Endamálið við Datvarpinum er eisini at røkka út til onnur, sum kanska ikki hava rúsnýtsluórógv, men tó kunnu fáa gott av DAT-førleikum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum.

Kvinnubrot

Poddvarp um kvinnur í føroyska vinnulívinum. Her verður sjóneykan sett á arbeiðslívið hjá ymiskum kvinnum. Hvørjar eru tær, hvar eru tær á lívsleiðini, og hvørjar avbjóðingar hava tær havt? Hetta verður tosað um í poddinum Kvinnubrot. Birita Jacobsen framleiðir Kvinnubrot.