9 burðardygg nýggjárslyfti
Lívsstílur
9 burðardygg nýggjárslyfti
Smáar broytingar í gerandisdegnum og -vanunum kunnu muna, um tú ynskir at liva burðardyggari í nýggja árinum.
Eftir: Kvinnu 25.12.2022

Et minni kjøt – byrja við einum kjøtfríum dagi um vikuna.

Vel í størstan mun vistfrøðiligar matvørur.

Minka um nýtsluna av plasti – tak tín egna posa/tasku við, tá tú keypir inn.

Vel bilin frá sum flutningstól, tá tað er møguligt.

Steðga matoyðsli – et eisini restirnar av matinum.

Spar uppá orkuna – sløkk til dømis jólaperurnar, tá tú fert til songar. Og vel orkusparandi loysnir.

Vaska klæðir við lægri hita – klæðini halda longri, og tú ert samstunids betri við umhvørvið.

Endurnýt – tá tú kanst!

Spar uppá vatnnýtsluna – sløkk tildømis fyri vatninum, meðan tú bustar tenn ella ger brúsibaðið eitt sindur styttri.