9 mýtur um lætnan,  venjing og heilsu
Lívsstílur
9 mýtur um lætnan, venjing og heilsu
Tað kann vera torført at vita, hvat er rætt, og hvat er skeivt, tá vit tosa um heilsu, venjing og lætnan. Ætlar tú at blaka nøkur kilo, skalt tú so ikki eta frukt ella? Og skalt tú sveitta nógv fyri at brenna kaloriur, ella hevur tað ongan týdning? Sølvá Joensen, sum er serfrøðingur á økinum, kannar myturnar.
Eftir: Sølvá Jansdóttir Joensen, kost- og heilsuserfrøðingur og persónligur venjari 07.01.2022

Tú kanst ikki renna tveir dagar á rað?!

SKEIVT

Jú, tað kanst tú væl, serliga um tú ert royndur rennari. Ert tú ikki tað, men rennur stuttar teinar hvørja ferð, er eingin trupulleiki í, at tú rennur hvønn dag. Rennur tú harafturímóti langar teinar hvørja ferð, er umráðandi, at tú eisini hugsar hvíldina inn. Tí er snilt at renna annaðhvørt langar og stuttar teinar, soleiðis at kroppurin orkar at fylgja við.

Myrk sjokuláta er sunnari enn ljós sjokuláta?!

SKEIVT

Ella tað veldst um, hvat tú heldur vera "sunt". Nógvar velja at eta myrka sjokulátu, tí hon ikki fitar eins nógv og ljós sjokuláta, men hetta er ikki rætt! Myrk og ljós sjokuláta innihalda næstan akkurát líka nógva orku/kcal pr. 100g. Um nakað, so hevur myrk sjokuláta ofta fleiri kaloriur enn tann ljósa sjokulátan, tí kunnu vit ikki siga, at myrk er sunnari. Tað ræður altíð um at halda javnvágina í mun til, hvussu nógvar kaloriur koma inn í mun til út.

Venjing hvønn dag er góð?!

SATT

Ella rættari sagt: Tað er gott at røra seg hvønn dag! Venja vit hart hvønn dag, er umráðandi at hugsa um hvíld, tí fáa vit ikki nøktandi hvíldina, avrika vit ikki okkara besta, tá vit venja. Tí er umráðandi at leggja venjingina soleiðis, at tú kanska ikki venur tað sama dag um dag. Venja vit ikki, men vilja vit byrja og vita ikki hvussu ella hvat, byrja so annaðhvørt við at ganga ella renna túrar. Tað nýtist ikki at vera langt, tí alt ger mun, og øll rørsla, ið verður gjørd, er góð!

Kvinnur fara at líkjast monnum, um tær gera styrkivenjing?!

SKEIVT

Nei, kvinnur verða hvørki størri ella meira maskulinar av at lyfta vektir. Vilt tú sum kvinna “strammast upp”, fáa rundari rumpu ella fáa sjónligar formar? So eru vektirnar tín besti vinur.

 

Sukur fitar?!

SKEIVT

Sukur, góðgæti og annað fitar ikki í sær sjálvum. Tað, ið ger, at tú tekur uppá ella ikki, er, um tú etur meira kaloriur, enn tú brennur, altso um tú ert í orkuundirskoti ella ikki.

 

Alt, sum eg eti eftir nátturða, setur seg?!

SKEIVT

Tað ger tað sama, um tú etur nátturða klokkan 18.00 ella 21.00. Maturin verður ikki brádliga meira orkuríkur, tá klokkan er farin av 19.00. Vit brenna nevniliga orku alla tíðina, eisini tá vit sova. Tí er tað líkamikið! Roynir tú at lætna ella ikki at taka uppá, er einasti mátin at eta færri kaloriur, enn tú brennir. Um tú etur tað, tú skalt áðrenn klokkan 18.00 ella miðnátt er líkamikið.

 

Meira eg sveitti, meira brenni eg?!

SKEIVT

“Sveittið er feitt, ið grætur” hevur tú kanska hoyrt, men sannleikin er, at soleiðis hongur tað ikki saman. Jú, tað er lætt at hugsa sær, at tá tú venur, sveittar tú, og tá tú venur brennir tú eitt nú feitt, so sveittið má vera feitt! Hetta passar tó ikki, sveittið er eitt tekin um, hvussu heit tú ert. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu vit sveitta! Tá vit venja, gerast vit sjálvsagt heitari, og kroppurin kølir seg niður við at sveitta. Nær vit gerast so heitar, at vit sveitta, er sjálvandi eisini ymiskt, tí sveitta summar nógv og aðrar næstan einki. Sveittin sigur okkum als EINKI um okkara brenning.

 

Et nógvar smáar máltíðir, um tú vilt at lætna?!

SKEIVT

Sigur hvør? Havi eg næstan hug at siga. Tal og/ella stødd av máltíðum er ikki tað, ið avger, um tú lætnar ella ikki. Tað, sum hevur týdning, um tú vilt lætna, er, at tú ert í orkuundirskoti – tað merkir, at tú etur færri kaloriur enn tær, tú brennir. Tað er í roynd og veru líkamikið, um tú etur tvær ella seks máltíðir á degnum, so leingi tú ert í orkutroti, lætnar tú.

 

Frukt inniheldur sukur?!

SATT ... og tó

Ja, frukt inniheldur sukur, FRUKTSUKUR. Hetta er als ikki tað sama sum tilsett hvítt sukur. So et frukt, nógva frukt. Frukt er fantastisk, tú kanst eta nógva frukt uttan at inntaka eitt hav av orku. Frukt kann lættliga etast í staðin fyri góðgæti, tí frukt hevur eisini tað søta, súra og frískliga, vit ofta leita eftir í góðgæti. Frukt er góð!