9 ting, vit fara at sakna, tá koronakreppan er av
Lívsstílur

9 ting, vit fara at sakna, tá koronakreppan er av

Koronakreppan er eitt tað ræðuligasta, sum er hent heiminum í nýggjari tíð. Eingin er í iva um tað. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Her eru níggju ting, vit fara at sakna, tá koronakreppan er av.
Eftir: Birgith Lassen 17.04.2020

1 – Nethandlar og útkoyring
Føroyska handilsslívið, sum kanska hevur hvílt í so væl á sínum lavrberjum inn til nú, hevur tikið nøkur alvorlig skamtalop, tá tað kemur til at møta kundunum, har teir eru. Online sjopping er endiliga blivið eitt ting í Føroyum - vónandi halda vit fast í tí.

2 – Uttandura pop up
Koronakreppan hevur eisini fingið handlarnar at hugsa innovativt – og tað er okkurt tilfrestillandi við innovatiónini. Leirlist hevur til dømis stillað sína nýggjastu kollektión av koppum út í garðin, sum nú virkar sum ein sjálvtøkuhandil. Tak ein kopp og flyt pengar við netbankanum.

3 – Mentan live á netinum
Internetið hevur alvorliga komið til sín rætt seinastu vikurnar. Bubu hevur upptraðkað live fyri børnunum, Eivør hevur sent live úr síni stovu og bæði úr SALT, SMS og Reinsarínum hava vit fingið fantastiskar konsertir heim í stovurnar. Tað fara vit at sakna!

4 – Yoga á netinum
Fleiri føroyskir yogalærarar senda live frá sínum yogatímum á Facebook, og tað er eisini okkurt alvorliga fitt yvir at gera yoga saman heimanifrá úr hvør sínari stovu.

5 – Menniskjaslig tíðindi
Ein prestur slapp at lesa eina yrking í Degi og Viku og fekk okkum øll at tára. Kenslur og tankar hava fingið eitt óhoyrt pláss í føroysku sjónvarpstíðindunum og knappliga bleiv deyðsótti nakað, vit tordu at umrøða. Tað er tiltrongt. Tíðindi til menniskju mugu innihalda meir enn pengar og fisk.

6 – Súrdeiggj
Aldrin hava vit gjørt so nógv súrdeiggj, sum nú. Men lat okkum bara síggja tað í eyguni: Tað er ein fasa. Tá gerandisdagurin byrjar aftur, fara vit ikki at hava tíð til at ganga og fóðra okkara súrdeiggj tvær ferðir um dagin.

7 – Gráu joggingbuksirnar
Tær gráu jersey buksirnar treingja kanska til at verða vaskaðar skjótt. Men hinvegin...

8 – Nærvera og takksemi
Óansæð um tú arbeiðir heimanifrá, ert uppsøgd, arbeiðir hálva tíð ella um tú arbeiðir sum vant, so hava vit øll havt meiri tíð til at vera saman nú børnini eru heima og frítíðar- og kvøldítriv eru avlýst. Kanska hevur tú sungið barni tínum góða nátt við meiri nærveru enn nakrantíð og hildið í hondini á tínum kæru við meiri takksemi enn nakrantíð.

9 – At arbeiða heimanifrá
Sjálvt um tað stundum er strævið við børnum sum geyla mitt í einum arbeiðsfundi á facetime, so er tað eisini ein gáva at royna at arbeiða heimanifrá. Hygg, hvussu nógv vit fáa burturúr allíkavæl nú óproduktivir fundir og óneyðugt prát er skorið frá. Aftaná korona burdu vit umstrukturera arbeiðslívið, so vit kunnu vera meiri produktiv og samstundis fáa meiri tíð í vikuni.

Men burtursæð frá tí, so gleða vit okkum til at alt verður, sum vit kenna tað:-)




Viðkomandi greinar