Á barr við pápa sínum frá barnsbeini av
Lívsstílur
Á barr við pápa sínum frá barnsbeini av
Tá pápi gjørdist tystur, var einki at gera. Tað var ofta soleiðis, at hann fór út at keypa morgunbreyð, men kom ikki aftur fyrr enn tríggjar dagar seinni. Tá hevði eg sitið einsamøll heima í fleiri dagar, greiðir Aimi Helbo frá
Eftir: Rebekku Manuelu Behrens / Mynd: Amy Hansen 29.09.2023

Aimi Helbo er fødd í Føroyum, men flutti niður til Danmarkar saman við systkjum og foreldrum, tá hon var tvey ára gomul. Tvey ár eftir, at tey eru flutt, fóru foreldrini hvør til sítt. Aimi var tá fimm ára gomul og kennir tí ikki til annað enn at vera skiftisbarn. Aimi skifti millum tvey heim, sum eru púra ólík. Hjá mammuni var trygt og gott, meðan hjá pápanum var tað alt annað. Pápin hevði rúsdrekkatrupulleikar. Nakað, sum Aimi fjaldi sum mansmorð, tí hvørki vinfólk, familja ella onnur skuldu fáa frænir av, hvussu illa stóð til.

–Eg havi verið við pápa mínum á barr líka síðani eg minnist. Tá pápi gjørdist tystur, var einki at gera. Tað var ofta soleiðis, at hann fór út at keypa morgunbreyð, men kom ikki aftur fyrr enn tríggjar dagar seinni. Tá hevði eg sitið einsamøll heima í fleiri dagar. Tá tað var eitt sindur frægari, fór hann út um morgunin at keypa, men kom ikki aftur fyrr enn klokkan tólv um náttina. Eg havi tá verið á leið sjey ára gomul og hevði tí longu funnið útav at gjørt mær mat sjálv, sigur 30 ára gamla Aimi Helbo.

Hóast Aimi hevur verið beisk um uppvøksturin við einum pápa, sum hevði rúsdrekkatrupulleikar, minnist hon eisini nógvar góðar løtur saman við pápa sínum og sum heild, í tíðini í Danmark.

Eg havi upplivað at møtt onkrum barni, ið hevur eitt so kent eygnabrá, uttan eg kann seta orð á, júst hvussu tað sær út. Tá eg tosi við barnið, verði eg skjótt greið um, at barnið ikki hevur tað so gott, og upplivir nakað av tí, eg havi upplivað

–Tað vóru eisini góðar løtur. Pápi er heimsins besti pápi, hóast alt. Hann er hjartagóður og elskar at forkela meg. Tó hevði hann ein stóran trupulleika við rúsdrekka, men tíbetur havi eg havt eitt gott heim hjá mammu míni, sum eisini hevur styrkt meg. Mamma visti tó ongantíð av, hvussu illa stóð til, tá eg var hjá pápa mínum, greiðir Aimi frá

...

Í dag er pápi Aimi blivin edrúur við hjálp frá henni. Hetta er triðja árið, og hóast Aimi hevur verið á barr við honum so langt, hon kann minnast, hevur hon fyrigivið honum. Hon vísir á, at fólk við rúsdrekkatrupulleikum eru fólk, sum ikki hava tað gott og hava brúk fyri hjálp.

–Hóast hetta er langtsíðani, sita løturnar inni í barrini saman við pápa fastar í kroppinum. Eg merkitað serliga, tá eg sjálv fari út millum nógv fólk. Onkuntíð fái eg hjartabankan. Eins og eg endurupplivi nakað av tí aftur. Tíbetur brúki eg tær lívsroyndirnar og tær eyka antennurnar til nakað skilagott í dag. Eg havi upplivað at møtt onkrum barni, ið hevur eitt so kent eygnabrá, uttan eg kann seta orð á, júst hvussu tað sær út. Tá eg tosi við barnið, verði eg skjótt greið um, at barnið ikki hevur tað so gott, og upplivir nakað av tí, eg havi upplivað. Eg royni alt, eg eri ment at síggja børnini, har tey eru, og fari ikki heim, fyrr enn eg havi sett hol á loysnina, sum kann hjálpa teimum – og eg fari langt, ja, allanvegin, til eg síggi úrslit. Eg havi lovað mær sjálvari, at tann dagin, eg rópi eftir einum barni, skal eisini vera mín seinasti arbeiðsdagur, tí eg veit, hvussu tað kennist, tá onkur rópar eftir sær. Tað er stórt, tá eg kann vera har fyri børnini og hjálpa teimum. Um eg hugsi um tað, so er tað faktiskt tað allarstørsta, sigur Aimi Helbo.

Hetta er brot úr longri samrøðu við Aimi Helbo. Hjartanemandi, erliga og sterka greinin kann lesast í fullari longd í Kvinnu, sum er á handilshilllunum nú. 




Viðkomandi greinar