Aimi var á barr við pápa sínum frá barnsbeini av
Lívsstílur
Aimi var á barr við pápa sínum frá barnsbeini av
Fyri Aimi Helbo er námsfrøðin ikki bert eitt arbeiði, men nakað hon brennur fyri. Tað er ikki uttan orsøk, tí handan bersøgnu og sterku kvinnuna, goymir seg ein lítil genta, sum hevur upplivað alt ov nógv av tí, eitt barn ikki eigur at uppliva.
Eftir: Rebekku Manuelu Behrens / Myndir Amy Hansen 26.06.2025

Fleiri minnast Aimi Helbo frá einum innslagi í Degi og Viku, tá hon sum námsfrøðingur segði sína hugsan um, at børn við serligum tørvi ikki fingu bjóðað eitt frítíðartilboð. ”Hetta er umsorganarsvik”, staðfesti hon. Orðini rungaðu, og tað tóktist nærum sum journalisturin hvakk eitt sindur við. ”Tað er nokk so ógvusligt at siga so, heldur tú veruliga tað”, spurdi journalisturin. Og Aimi endurtók sama svar. Hetta er ikki seinastu ferð, vit hoyra frá Aimi, tí hon hevur líka síðani dúgliga verið við í kjakum í almenna rúminum. Hóast tað kann tykjast sum, at 30 ára gamla Aimi er ein, ið torir at standa við sítt og tala at, er tað alt annað, hon hevur gjørt gjøgnum uppvøksturin í Keypmannahavn.

 

Eg havi verið við pápa mínum á barr líka síðani eg minnist. Tá pápi gjørdist tystur, var einki at gera. Tað var ofta soleiðis, at hann fór út at keypa morgunbreyð, men kom ikki aftur fyrr enn tríggjar dagar seinni

 

Vit spola tíðina aftur til ár 2000. Tá er Aimi sjey ára gomul og býr í Danmark. Aimi hevur lagt seg at sova, tá hon brádliga raknar við, tí pápin vekir hana. Hann tekur hana upp á akslarnar og fer útum. Aimi er enn bara í náttklæðum. Leiðin gongur ímóti lokalu barrini, Røde Kro. Pápin er tystur, men kann ikki lata lítlu Aimi vera einsamalla heima. Hon er jú bara sjey ára gomul. Komin inn í barrina leggur hann hana at sova á einum bonki.

 

– Hóast eg bara var sjey ára gomul, minnist eg týðiliga huglagið og ljóðini inni í barrini. Tað situr fast í mær. Ljótur málburður, skríggj og bardagi. Tað var eitt vemmiligt umhvørvi at vera í. Men hetta var tó ikki ókent, tí júst hesa støðuna, hevði eg roynt so ofta, greiðir Aimi frá.

 

Á barr við pápa sínum frá barnsbeini av
Aimi er fødd í Føroyum, men flutti niður til Danmarkar saman við systkjum og foreldrum, tá hon var tvey ára gomul. Tvey ár eftir, at tey eru flutt, fóru foreldrini hvør til sítt. Aimi var tá fimm ára gomul og kennir tí ikki til annað enn at vera skiftisbarn. Aimi skifti millum tvey heim, sum eru púra ólík. Hjá mammuni var trygt og gott, meðan hjá pápanum var tað alt annað. Pápin hevði rúsdrekkatrupulleikar. Nakað, sum Aimi fjaldi sum mansmorð, tí hvørki vinfólk, familja ella onnur skuldu fáa frænir av, hvussu illa stóð til.

 

– Eg havi verið við pápa mínum á barr líka síðani eg minnist. Tá pápi gjørdist tystur, var einki at gera. Tað var ofta soleiðis, at hann fór út at keypa morgunbreyð, men kom ikki aftur fyrr enn tríggjar dagar seinni. Tá hevði eg sitið einsamøll heima í fleiri dagar. Tá tað var eitt sindur frægari, fór hann út um morgunin at keypa, men kom ikki aftur fyrr enn klokkan tólv um náttina. Eg havi tá verið áleið sjey ára gomul og hevði tí longu funnið útav at gjørt mær mat sjálv.

 

Hóast Aimi hevur verið beisk um uppvøksturin við einum pápa, sum hevði rúsdrekkatrupulleikar, minnist hon eisini nógvar góðar løtur saman við pápa sínum og sum heild, í tíðini í Danmark.

 

– Tað vóru eisini góðar løtur. Pápi er heimsins besti pápi, hóast alt. Hann er hjartagóður og elskar at forkela meg. Tó hevði hann ein stóran trupulleika við rúsdrekka, men tíbetur havi eg havt eitt gott heim hjá mammu míni, sum eisini hevur styrkt meg. Mamma visti tó ongantíð av, hvussu illa stóð til, tá eg var hjá pápa mínum, greiðir Aimi frá.

 

Heim til tryggleikan í Føroyum
Tá Aimi var tíggju ára gomul, fluttu hon, systkini og mamman til Føroya. Pápin verður verandi í Danmark. Aimi fór í Hoyvíkar skúla, og merkti beinavegin, at alt var øðrvísi í Føroyum. Umframt tað, gjørdist hon meira varug við pápan og rúsdrekkamisnýtslu hansara. Hon fyltist við skomm og gjørdi enn meira fyri at fjala út yvir misnýtsluna. Hon fór at lúgva, og hetta vant meira uppá seg. So nógv, at hon skapti sær sín egna veruleika.

 

– Eg hevði trupult at skilja millum sannleika og veruleika. Tá eg hevði verið í summarferiu í Danmark, og lærarin spurdi, hvat vit í flokkinum høvdu gjørt í summarfrítíðini, var eg altíð klár við eini íspunnari søgu. Eg minnist, at øll hini høvdu gjørt alt møguligt stuttligt, meðan eg í veruleikan hevði sitið hjá pápa mínum, meðan hann var fullur. Eg skuldi ikki standa aftan fyri hini og fann tí upp á søgur um, hvat pápi og eg høvdu gjørt, tá eg var hjá honum í feriu í Danmark. Søgurnar skuldu vera betri enn upplivingarnar hjá hinum í flokkinum. Eg minnist, at einaferð leyg eg um, at vit høvdu verið í Egyptalandi. Børn eru ofta tey mest trúføstu, tá tað snýr seg um foreldur teirra, og tað var eg so sanniliga.

 

Aimi vandi seg við at lúgva. Ikki bara um summarfrítíðina niðri í Danmark hjá pápa sínum, men um so nógv annað. Ofta gjørdi hon tað fyri at sleppa undan trupulleikum og fyri at fáa onnur at dáma seg. Floksfelagar og onnur varnast hetta, og tað gongur ikki long tíð, so verður Aimi stemplað sum tann gentan, ið altíð lýgur.

 

– Tað kendist svárt, tí fólk kendu meg bara sum hin, sum lýgur illa, men eingin visti reiðiliga, hví eg leyg. Hetta umdømi tók langa tíð hjá mær at sleppa av við.

 

Tá Aimi gerst stórur tannáringur, byrjar hon at skilja betur, hvat tað er, pápi hennara stríðist við, og hvussu hart tað hevur verið fyri hana. Hon ger tí av fyri fyrstu ferð at siga frá. Hon ringir til pápan og fortelur honum tað, sum hon hevur upplivað.

 

– Tá eg bleiv fjúrtan ára gomul, segði eg fyri fyrstu ferð við pápa, at eg ikki hevði hug at vitja hann, um hann helt fram við at ganga skít. Eg minnist, at tað kravdi nógv av mær at siga tað, men tíbetur gjørdi eg tað, tí tað hjálpti. Eftir eg hevði sagt tað, tók hann seg meira saman. Hann bleiv ikki heilt edrúur, men drakk munandi minni. Tó skal sigast, at hann framvegis drakk illa, tá eg ikki var á vitjan. Tá eg kom longri upp í tannárini, gjørdi eg av at siga sum var við míni tættastu vinfólk. Eg greiddi teimum frá, hvussu veruliga stóð til hjá pápa mínum og ásannaði, at eg í fleiri ár hevði logið. Tíbetur hevði eg so mikið góð vinfólk, sum bóru yvir við mær og skiltu meg, greiðir Aimi frá.

 

 

Altíð havt áhuga fyri menniskjum
Aimi Helbo hevur altíð havt áhuga fyri menniskjum, og tí fall valið um at lesa námsfrøði natúrligt. Hon hevur ofta tikið sær av børnunum í familjuni og ofta verið við mammu síni til arbeiðis á ellisheimi. Og tað at vera um menniskju, merkja hvussu tey hava tað, og hvønn tørv tey hava, hevur verið ein eginleiki hjá Aimi. 

 

Í Føroyum og í Norðurlondum sum heild fara børnini tíðliga á stovn, og júst tí heldur Aimi, at tað er umráðandi, at vit hugsa um námsfrøði sum meira enn ansing, tí í dagsins samfelagi eiga námsfrøðingar ein stóran lut, tá tað snýr seg um at menna børnini og menniskju sum heild. 

 

– Tað týdningarmesta hjá einum námsfrøðingi er at síggja og møta menniskjum, har tey eru, fyri síðani at styrkja og menna tey frameftir. Hetta er galdandi, sama um tey eru ung ella gomul. Um børn ikki verða møtt, ment og viðfarin rætt tíðliga í lívinum, t.d. í vøggustovuni og barnagarðinum, gerst hetta truplari, tá barnið so fer í skúla. Orsøkin er, at tað ofta eru færri vaksin um børnini í skúlunum. Tískil er tað umráðandi, at hetta økið verður raðfest. Tað kann tykjast sum, at børn og ung eru eitt øki, ið politikarar ikki tíma at raðfesta. Helst tí, at tað ikki sæst aftur beinanvegin, hvønn mun tað ger. Tað er ikki fyrr enn seinni, at vit sum samfelag síggja, tá økið ikki verður raðfest. Tá er tað ofta, at børn, ið antin eru yvir- ella undirstimulerað og ikki møtt á rættan hátt, fara at rúsa seg og skaða seg sjálv, og onkuntíð onnur við. Tá hevur ikki bara barnið, men vit sum samfelag, tapt. 

 

– Fleiri foreldur hava takkað mær fyri, at eg sigi sum er og seti orð á, um tað er okkurt, ið kann gerast betur. Tað hevur stóran týdning fyri meg, tí eg vil gera mítt allarbesta fyri børnini so leingi, eg havi eina partvíst ábyrgd av teimum. Foreldrini eiga barnið, men eg síggi tey so nógvar tímar um dagin, og tí er samstarvið við tey so týdningarmikið. Einki barn skal detta niðurímillum á mínari vakt, og tí vil eg gera alt fyri, at tey fáa bestu umstøður at mennast og styrkjast.

 

– Eg síggi tey, sum royna at fjala sína sorg
Vit fara aftur til barrina úti á Amager í ár 2000. Sjey ára gamla Aimi hyggur runt um seg. Fólk eru blivin fylri, og nú merkir hon, at tað hvørja løtu kann enda galið. Ein eldri maður kemur yvir til hennara. Hann er sera fullur og byrjar at tosa ónærisligt við hana. Ein annar maður í barrini sær hetta og gevur hinum manninum ein frammaná, tí hann finnur seg ikki í, at hann tosar soleiðis við lítlu smágentuna. Teir fara at berjast. Aimi sær, at tann eini hevur vápn uppi á sær. Hetta kann enda galið, so lítla sjey ára gamla Aimi førkar seg spakuliga burtur frá borðinum og stillar seg út í gongina at krógva seg.. Hon sær pápa sín, sum er blivin alt ov fullur. Hann má út beinanvegin, hugsar hon. Hon roynir at hjálpa honum til gongu, men hann er ov fullur. Hon tekur telefonina hjá honum og ringir eftir einum taxabili. Tá tey eru komin til hús, finnur pápin ikki lykilin. Men lykilin hevur Aimi longu syrgt fyri, at hon hevur, soleiðis at hon kann vissa sær, at tey sleppa inn.

 

Í dag er pápi Aimi blivin edrúur við hjálp frá henni. Hetta er triðja árið, og hóast Aimi hevur verið á barr við honum so langt, hon kann minnast, hevur hon fyrigivið honum. Hon vísir á, at fólk við rúsdrekkatrupulleikum eru fólk, sum ikki hava tað gott og hava brúk fyri hjálp.

 

– Hóast hetta er langt síðani, sita løturnar inni í barrini saman við pápa fastar í kroppinum. Eg merki tað serliga, tá eg sjálv fari út millum nógv fólk. Onkuntíð fái eg hjartabankan. Eins og eg endurupplivi nakað av tí aftur. Tíbetur brúki eg tær lívsroyndirnar og tær eyka antennurnar til nakað skilagott í dag. Eg havi upplivað at møtt onkrum barni, ið hevur eitt so kent eygnabrá, uttan eg kann seta orð á, júst hvussu tað sær út. Tá eg tosi við barnið, verði eg skjótt greið um, at barnið ikki hevur tað so gott, og upplivir nakað av tí, eg havi upplivað. Eg royni alt, eg eri ment at síggja børnini, har tey eru, og fari ikki heim, fyrr enn eg havi sett hol á loysnina, sum kann hjálpa teimum – og eg fari langt, ja, allan vegin, til eg síggi úrslit. Eg havi lovað mær sjálvari, at tann dagin, eg rópi eftir einum barni, skal eisini vera mín seinasti arbeiðsdagur, tí eg veit, hvussu tað kennist, tá onkur rópar eftir sær. Tað er stórt, tá eg kann vera har fyri børnini og hjálpa teimum. Um eg hugsi um tað, so er tað faktiskt tað allarstørsta, sigur Aimi at enda.

 

Hetta er ein styttri útgáva av longi grein, sum varð prentað í Kvinnu í 2023