Akupunkturur kann veita javnvág
Lívsstílur

Akupunkturur kann veita javnvág

 – Kroppurin ger ikki mun á sálarligari og kropsligari pínu. Gongur tú við sálarligari pínu ov leingi, fært tú eisini kropsliga pínu sum frá líður, sigur Gunnvá Wardum, sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur, sum við royndum hevur upplivað, at akupunkturur kann veita holistiska linnan í trýsta gerandisdegnum.
Eftir: Lýsingagrein 16.07.2022

Samfelagið flytur seg við rúkandi ferð, og gerandisdagurin hjá teimum flestu er ofta skundmikil og strongdur. Vit skulu alt møguligt á øllum hugsandi økjum alla tíðina. Tað er tó umráðandi at hava í huga, at tað sum hendir við og kring okkum eisini hevur eina ávirkan á heilsuna. Bæði ta kropsligu og sálarligu. Vit kunnu fáa kvalir, sum vit ikki klára at eyðmerkja, men sum taka seg upp tí ójavnvági er í kroppi og sál.


Akupunkturur er ómetaliga góð viðgerð fyri bæði gamlari og nýggjari strongd, sum situr í kroppinum, og viðgerðirnar eru við til at veita bæði ró og javnvág í kroppinum aftur. Tí tað snýr seg nevniliga um at styrkja tilfeingið, sum kroppurin hevur. 

Gunnvá Wardum, sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur, greiðir frá, at tað er ein grundleggjandi orka í kroppinum, sum ger, at vit virka sum menniskju í gerandisdegnum. Stagnatiónir í hesi orkuni kunnu elva til sjúkueyðkenni – altso, sálarliga ella kropsliga pínu.

– Og kroppurin ger ikki mun á sálarligari og kropsligari pínu. Gongur tú við sálarligari pínu ov leingi, fært tú eisini kropsliga pínu sum frá líður. Av tí at kroppur og sál eru samanhangandi, og menniskja soleiðis er ein heild, er viðgerð við akupunkturi sera viðkomandi, av tí at hon rakar tað sum er grundleggjandi í okkum menniskjum. 

Menniskjað er ein heild
Gunnvá Wardum hevur 9 ára royndir innan akupunktur. Hon eigur og rekur nevniliga fyritøkuna Statera saman við mammu síni, Sigrun Wardum, sum eisini er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur. Gunnvá greiðir frá, at tað kann tykjast eitt sindur fremmant at tosa um hesi viðurskifti í føroyskum høpi, tí vit satt at siga ikki eru von at hugsa á hendan hátt í vesturheiminum. Men royndirnar hon hevur fingið og túrarnir hon hevur verið á í Kina hava lært hana, at vit menniskju eru meir enn atskildur kroppur og sál. Vit hava øll aktiva og passiva orku innaní, sum í eini góðari javnvág ger, at vit virka sum menniskju og hava tað gott. At viðlíkahalda góðu javnvágina ella at rætta upp uppá íkomnar ójavnvágir, fær akupunktur millum annað hjálpt við. 

Hesum tekur 52 ára gamla Rigmor N. Arge undir við. Hon hevur nevniliga merkt ágóðan av akupunkturi á egnan kropp og sál tey árini, hon fast hevur vitjað Gunnvá á Statera. Rigmor rennur nógv. Hon hevur runnið nógv í eini 35 ár. Tað merkist á kroppinum av og á. Umframt tað, so arbeiðir hon sum sálarfrøðingur, og tað starvið er sanniliga eisini krevjandi á ein heilt annan hátt. Av og á kennir hon nevniliga spenningar og pínu, sum torført er at eyðmerkja, og tí hjálpa viðgerðirnar hjá Gunnvá. 

– Eg fái javnan ymiskar skaðar, og eg havi eisini roynt at mist førleikar í eina tíð. 
Eg eri annars væl fyri, og tá tú ert væl fyri og síðani missir førleikar, vilt tú royna nógv, fyri at fáa teir aftur. Eina ferð fekk eg ikki gingið, tí eg hevði fingið skaða av renningini. Akupunkturur hjálpti, og eg havi gingið regluliga til viðgerð síðani.

Akupunkturur er ómetaliga góð viðgerð fyri bæði gamlari og nýggjari strongd, sum situr í kroppinum, og viðgerðirnar eru við til at veita bæði ró og javnvág í kroppinum aftur. Tí tað snýr seg nevniliga um at styrkja tilfeingið, sum kroppurin hevur.

– Í mínum starvi sum sálarfrøðingur, brúki eg bæði kropp og heila nógv. Onkuntíð veit eg ikki, um eg sjálv eigi ta pínuna, sum eg gangi við. Tí løðir viðgerðin meg eisini mentalt. Og tí havi eg ofta tørv á, av tí at arbeiðið er krevjandi, sigur Rigmor og greiðir nærri frá, at vit menniskju jú kunnu vera óvirkisfør á onkrum økjum. Og tá vit eru tað, so kompensera vit. Bekla vit til dømis fótin og ikki fáa traðka til, so halta vit og brúka aðrar partar av kroppinum ístaðin. Tað sama er galdandi fyri sálarligt trýst. 

– Akupunkturur hjálpir við at varðveita sinnis- og virkisfunktión. Hevði eg ikki fingið hesar viðgerðirnar, hevði eg nokk ikki verið so virkin, sum eg eri. Vit eru menniskju við sinni og skinni, og alt hongur saman. Akupunkturur er ein holistiskur viðgerðarháttur. Tí hjálpir tað, sigur hon. 

Akupunkturur hjálpir mær at varðveita virkisføri. 
– Rigmor var bangin fyri, at hon ikki fekk runnið aftur. Hon hevði eina pínu í kroppinum, sum flutti seg úr einum staði í eitt annað. Tá tú arbeiðir holistiskt, sum tú jú gert við akupunkturi, upplivur tú, at ein standur kann provokera pínu fram onkra aðra staðni. Ein knæpína kemur ikki neyðturviliga úr knænum, tekur Gunnvá samanum.

Hon greiðir framhaldandi frá, at tað eru mong, ið ganga regluliga til akupunktur fyri ymiskt, ið tey stríðast við. Men tað er ikki altíð, at tú veitst, hvat feilar, ella hvar pínan byrjaði. Tí fyllir samrøðan eisini nógv í viðgerðini, so at ein kann finna fram til kjarnuna og tí fáa hjálpt við trupulleikanum.

Visti tú ...

WHO hevur gjørt ein lista yvir diagnosir, har nakrar eru góðkendar til akupuktur. Aðrar eru góðkendar á tann hátt, at okkurt bendir á, at tað er gott at fáa akupunktur.

Talan er t.d. um

- øll sløg av pínu

- giktajúkur í musklum og liðum

- hjáárin av krabbameinsviðgerð

- høvupína / migræna

- ryggjatrupulleikar

- frozen shoulder

- tennisalboga

- infertiliteti

- vaml í viðgongutíð

- menstruatiónstrupulleikar

- tunglyndi - maga/tarm trupulleikar

- hjáholubruna - høgt blóðtrýst

- eksem

- trupulleikar við blóðarensli

- sjúkur í sansingargøgnum

- immunsjúkur

- hormonelt órógv

Eisini er akupunkturur góð viðgerð til t.d.

- strongd

- agressiónir

- at styrkja immunverjuna

- ítróttarskaðar – eisini akuttar

- taggur

- manglandi orku

- svøvnólag

- allergi

- roykiavvenjing

- økta vælveru