Álvaratos: Beate Lindenskov Samuelsen
Lívsstílur
Álvaratos: Beate Lindenskov Samuelsen
Hon er fyrsta føroyska kvinnan, ið varð útbúgvin journalistur, og hon hevur arbeitt við journalistikki síðani 1967, tá ið hon fór í læru á Dimmalætting, og har var hon, til blaðið gavst í eitt tíðarskeið í 2013. Í dag er hon forkvinna í Landsfelag Pensjónista, men hon skrivar framvegis – nú til blaðið 'Eldri', sum Landsfelag Pensjónista gevur út. Vit hava tikið eitt álvaratos við Beatu Lindenskov Samuelsen.
Eftir: Ingrid Bjarnastein/ Mynd: Thomas Koba 14.09.2021
Hvønn kundi tú so hugsað tær eitt gott kaffiprát við?
Danska rithøvundin Karen Blixen. Hon doyði longu í 1962, so tað verður av ongum. Vitjaði  bústaðin hjá henni í Kenja í 1975. Hennara bøkur hava altíð bergtikið meg. Kundi hugsað mær at verið fluga á vegginum, tá hon undir ljósinum frá petroliumslampum myrku kvøldini í Afrika sat og skrivaði.

Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havt mestu ávirkan á teg? 
Pápi mín. Hóast hann ikki vildi hava, at eg fór somu leið sum hann, tí tað var ov strævið sum kvinna at verða journalistur 24/7, noyddist hann at góðtaka, at eg helt fast við avgerðina. Tað kundi annars endað við, at eg fór undir útbúgving innan hotell-virksemi í staðin og hevði verið pensjóneraður hotellstjóri onkrastaðni í Schweiz í dag.

Hvat er títt besta barnaminni?
Tá eg sum barn saman við pápa mínum fleiri ár á rað jólaaftan fór við peningagávum út á Drotning Alexandrines Hospital, Ellisheimið, Hvíldarheimið (sum ikki var stongt) og Sanatoriið. Hetta vóru pengar, sum lesarar Dimmalættingar høvdu latið umrøddu stovnum til tey innløgdu at halda jól fyri.
Torstein Dal Christiansen plagdi at koyra okkum. Tá var altíð kavi jólaaftan. Píka- og kavadekk vóru ikki uppfunnin, tí koyrdi bilurin við ketum. Bara tað at sleppa í ein bil at koyra var stórt í mínari verð.

Hvørji eru bestu ráðini, tú fegin vilt geva børnunum? 
Ikki at klandrast, men tosa seg og onnur til rættis, tá ósemjur tekur seg upp.
Hvørjum ert tú errin av?
At tað hevur eydnast mær framvegis at vera har, eg eri í dag – og onga aðrastaðni. Eitt skifti var um reppið, at eg ikki búsettist uttanlands. Tíbetur kom eg í tøkum tíma upp á aðrar tankar.

Hvørjar tankar hevur koronukreppan vakt í tær? 
At eitt gott lív ikki er nøkur sjálvfylgja. Eg eri takksom fyri hvørja løtu, vit øll hava hvønn annan.
Eg eri heppin framvegis í eini koronutíð at hava eina systur, sum eg kann vitja og tosa um gamlar dagar við eins og um góðar og ógvuligar stuttligar ferðaupplivingar sunnanfyri. 

Nær ert tú glaðast?
Tá til ber at hava øll míni nærmastu rundan um meg. 

Hvørji eru tey bestu ráðini, tú hevur fingið?
At tað ikki er nakað minus at viðganga, at tú hevur mistikið teg og biðja um umbering, um tað skuldi komið so vítt.

Hvat rørir teg?
Eg eri ikki sentimental av lyndi. Ein syrgiligur filmur sigur mær ikki so nógv. Men viðhvørt kann ein sálmur røra meg, t.d. „Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá“, sum plagar at verða sungin til  jarðarferðir. Fyrstu ferð, eg hoyrdi hann, var í februar 1985, tá pápabeiggi mín, Trygvi Samuelsen, lá undir børu í Kapellinum á  Landssjúkrahúsinum. Eg græt, sum var eg pískað. Pápabeiggi mín hevði stóran týdning fyri meg. Hann búði frá 1946 til 1960 saman við foreldrum og systur míni í stóru, reyðu húsunum í Tróndargøtu 42, sum Tórshavnar býráð í dag eigur í og brúkar sum Móttøkuhús. Eisini fullu nøkur tár, tá ommudóttirin Nora nú ein dagin óvæntað kom rennandi inn við eini skúlamynd av sær sjálvari og segði: „Hetta skalt tú eiga, omma“. Og so var hon sum ein pílur úti aftur, meðan pápin sat í bilinum og bíðaði eftir henni.

Hvat er tín besti eginleiki?
Tað veit eg ikki. Mær dámar væl at skriva. Meti ikki, eg dugi (ella tími) stórt annað her í verðini. Eg eri hervilig at síggja eina tvístøðu frá báðum síðum. Eg má klípa meg í armin og fortelja mær sjálvari, hvønn hatt eg havi á høvdinum, tá støðan tekur seg upp. Kanska er tað ein góður eginleiki, so tú ikki ert so einsporað. Ikki tí, tað veit eg, at nógv halda, at eg eri.

Og hvat kundi tú dugað betur?
At smíða og svimja. Var eg yngri, hevði eg tikið nøkur skeið á kvøldskúla í smíð og eitt skeið í svimjing. Havi vatnskrekk. Veit væl, hvaðani tað stavar og havi roynt at koma tí til lívs. Havi staðið nøkur prógv í sálarfrøði, sum eru komin mær væl við í mínum arbeiði. Men tá ið tað kemur til vatnskrekkin, eru tey til onga nyttu. Sjálvt í Deyðahavinum í Ísrael kendist tað, sum eg druknaði, tá eg dittaði mær útí. Veit einki um, at nakar nakrantíð er druknaður har annars. Eg mundi verið tann fyrsta.
____
Beate Lindenskov Samuelsen er útbúgvin journalistur og er 73 ára gomul. Hon er forkvinna í  Landsfelag Pensjónista. Hon hevur synirnar Michael, Thomas og Finn og ommubørnini Olivur, Noru og gávuommubørnini Aleksandru, Jórun Døgg og Jónatan.