Álvaratos: Greta Svabo Bech
Lívsstílur
Álvaratos: Greta Svabo Bech
Ein tónleikafyriskipari spurdi meg einaferð: “Tá tú hyggur aftur á lívið hjá tær, hvat hevði tú ynskt mest, at tú hevði gjørt? Fylgir tú bara við streyminum, ella avgert tú sjálv tína leið?”, sigur Greta Svabo Bech, tónleikari, vera tey bestu ráðini, hon hevur fingið. Vit hava hitt Gretu til eitt álvaratos.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Beinta á Torkilsheyggi 28.12.2021

Um tú kundi valt sjálv, hvønn kundi tú so hugsað tær eitt gott kaffiprát við? 
Hon er ikki á lívi longur, men um hon var, so hevði eg elskað at havt eitt gott kaffiprát - ella te-prát - við Leonoru Carrington. Hon var listafólk og rithøvundur í surrealismu-rørsluni, og hennara bók The Hearing Trumpet er ein av mínum yndisbókum. Eg havi lisið nógv um hennara lív og fleiri av hennara stuttsøgum, og eg havi stóra virðing fyri henni bæði sum listafólk og sum menniskja. Fyri meg tykjast hennara lív og kreativa tilgongd at vera samantvinnað. Um ikki annað, hevði verið fantastiskt at hoyrt hana fortelja søgur um sítt lív: fødd til eina yvirstætta-familju í Onglandi, flutti síðani til Suðurfrankaríkis, har hon livdi saman við Max Ernst. Eftir at hann varð tikin til fanga av Gestapo, var hon eitt tíðarskeið á einum sinnissjúkrahúsi í Spania, men flýddi um Portugal til Mexico, har hon livdi sum listafólk, til hon doyði í 2011, 94 ára gomul.

Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havt mestu ávirkan á teg? 
Har eru nógv, sum hava havt rættiliga stóra ávirkan á meg - hvørt fet gevur nýggjan lærdóm og letur nýggjar hurðar upp. Men eg haldi, at Fred, mín samlivi og arbeiðsfelagi, hevur heiðurin av at hava størst ávirkan á meg og mítt arbeiðslív. Hann hevur styrkt mítt sjálvsálit, bæði tá vit arbeiða saman og ikki. Hann er altíð tann, sum stendur við mína lið.

Hvat er títt besta barnaminni?
Har eru nógv góð minni! Mær dámdi altíð væl at koma heim til Føroya at vitja um summarið. Eg minnist ordiliga væl, at eg og systkinabarn mítt, Haldis, plagdu ofta at fara oman á sandin í Miðvági at vassa og spæla. Og so aftaná at hava spælt allan dagin, runnu vit niðan til ommu, bláfrystar, klárar at fara í baðikarið. Hetta hevur ivaleyst havt nógv at siga fyri meg, tí nú eg aftur búgvi í Miðvági, eri eg farin at svimja á sjónum hvønn dag - og onkuntíð saman við somu Haldis.

Av tí at eg eri uppvaksin í Portugal, Onglandi og Singapor, havi eg eisini nógv góð barnaminni haðani og londunum rundanum -  og eri sera takksom fyri at hava havt so nógvar ríkar barndómsupplivingar.

Hvørjum ert tú errin av?
Puha. Ringt at siga. Eg eri vanliga glaðast fyri tað, sum eg júst havi gjørt ella útgivið. So í løtuni er tað helst eitt lag, sum næstan ongin annar hevur hoyrt enn, men sum kemur út seinni í ár.

Hvørjar tankar hevur koronukreppan vakt í tær? 
Eg gleðist um tað, sum eg havi. Mær dámar betur at vera úti í øllum veðri nú enn áðrenn farsóttina. Eg sakni nærleikan við tey, sum hava brúk fyri tí, og sakni nógv at vera saman við familju og vinum uttanlands.

Nær ert tú glaðast?
Tá eg er í vatni; tá eg flenni saman við mínum nærmastu; og tá eg skrivi - har er ongin onnur gleði, sum kann metast við kensluna, tá tú júst hevur skrivað ein tekst ella lag, sum stutt og greitt sigur tað, sum tú vilt siga.

Hvørji eru tey bestu ráðini, tú hevur fingið?
Ein tónleikafyriskipari spurdi meg einaferð: “Tá tú hyggur aftur á lívið hjá tær, hvat hevði tú ynskt mest, at tú hevði gjørt? Fylgir tú bara við streyminum, ella avgert tú sjálv tína leið?” Eg kann ikki altíð fylgja við streyminum og laga meg eftir tí, sum er beint framman fyri nøsini á mær, í staðin fyri tað, sum hóskar til mína sannføring. Eg vil heldur steðga á og hugsa meg um enn at leypa framav og gera tað, sum hini halda vera rætt.

Og eitt annað, sum eg ofta komi aftur til, er: “Onki kemur av sær sjálvum - tú mást biðja um tað, tú vilt hava - annars fært tú tað ikki”. Eg trúgvi upp á initiativ og aktiva luttøku.

Hvat rørir teg?
Eg eri rættiliga kensluborin, so har er nógv, sum rørir! Tað er stutt ímillum látur og grát. Eldhugað fólk, ærlig fólk og tónleikur, sjálvandi. Tann beri sannleikin í ópyntaðu náttúruni og teimum ótilgjørdu menniskjunum...og mínar kettur, sum ongar fordómar hava!

Hvat er tín besti eginleiki?
At eg eri vaksin upp í “fremmandum” mentanum, ger tað, at eg heldur síggi tað, sum vit hava til felags, enn tað, sum er øðrvísi. Ofta kenni eg meg bæði uttan fyri og innan fyri felagsskapin, sum kanska gevur ein størri opinleika til at síggja fleiri sjónarhorn. Annars eri eg forvitin av lyndi.

Greta Svabo Bech er 33 ára gomul og býr í Miðvági saman við Fred, har tey hava hús og tónleikastudio. Hon starvast sum tónleikari og sangskrivari.