Álvaratos við Hansu Hansen
Lívsstílur
Álvaratos við Hansu Hansen
Hansa Hansen er 44 ár, útbúgvin stjórnmálafrøðingur og starvast sum tíðindafólk í Kringvarpi Føroya. Hon eigur tríggjar synir, og býr í Gøtu saman við manninum..
Eftir: 24.11.2022

Um tú kundi valt sjálv, hvønn kundi tú so hugsað tær eitt gott kaffiprát við?

Eg kundi hugsað mær eitt kaffiprát við Øzlem Cekic, ein kvinna, sum á mangan hátt hevur brotið upp úr nýggjum. 10 ára gomul flutti hon við familju síni úr Turkalandi til Danmarkar. Hon var tann fyrsta í familju sínari at fáa studentsprógv og víðari útbúgving. Hon gjørdist eisini politiskt virkin, og í 2007 var hon fyrsta muslimska kvinna og fyrsti tilflytari, sum varð vald í danska fólkatingið.

Hon hevur upplivað at verða kallað bæði eitt og annað fyri sín uppruna og sítt kyn, men heldur enn at gerast beisk um hetta, gjørdi hon nakað, sum eg haldi vera serliga merkisvert. Hon fór at vitja tey, sum høvdu brúkt tey ljótastu orðini um hana. Hetta lærdi hana nakað og hevði við sær, at hon nú arbeiðir við at byggja brýr millum fólk. Hóast stóra mótgongd ávirkar hon í dag sítt samfelag á ein positivan hátt.

Hvat er títt besta barnaminni?
Ein dagin tá babba kom gangandi niðan ímóti húsunum við eini pappeskju í ørmunum, og eg varnaðist, at okkurt rørdi seg í eskjuni. Eg rann oman ímóti honum, og úr eskjuni hugdi tann fittasti hundahvølpurin.

Nær ert tú glaðast?
Eg eri glaðast aftan á góðar samrøður, serliga við mann mín ella synirnar, men so sanniliga eisini við mínar fantastisku vinkonur, systrar, mammu og onnur. Eg eri eisini ómetaliga glað, tá eg gangi í einum regnskógi í einum fjarskotnum landi saman við manni mínum.

Tey bestu ráðini, eg havi fingið, eru frá manni mínum. Hann minnir meg í heilum á, at tað, sum eg dugi, ikki neyðturviliga er nakað, sum øll onnur eisini duga

Hvørji eru tey bestu ráðini, tú hevur fingið? Tey bestu ráðini, eg havi fingið, eru frá manni mínum. Hann minnir meg í heilum á, at tað, sum eg dugi, ikki neyðturviliga er nakað, sum øll onnur eisini duga. Tað havi eg annars lyndi til at halda. Hann minnir meg á, at eg ikki skal selja meg sjálva ov bíliga, og at eg eri meira verd, enn eg sjálv haldi.

Hvat er tín besti eginleiki?
Í arbeiðshøpi eri eg rólig, eisini undir trýsti. Um okkurt miseydnast ella ikki riggar so væl sum ætlað, so taki eg tað ikki so tungt, men heldur sum lærdóm. Eg eri ein “greenligth’ari”. Tað vil siga, at eg síggi grøna ljósið (í ljóskurvini) allastaðni. Eg síggi møguleikarnar og havi altíð dirvi til at royna okkurt nýtt. Eg eri rættiliga forvitin av lyndi og spent upp á lívið, og tann eginleikan eri eg takksom fyri.

Hvør bók hevur havt størstu ávirkan á teg?
Tað er sera trupult at nevna eina bók. Mær dámar væl at lesa, og eg tími bara at lesa bøkur, sum bergtaka meg á onkran hátt. Um eg byrji upp á eina bók og ikki verði púra bitin av henni, so leggi eg hana ofta frá mær aftur. Tá eg var yngri, las eg oftast sjálvhjálparbøkur fyri at læra um meg sjálva, og hví eg eri, sum eg eri. Nú lesi eg mest bøkur, sum lýsa, hví heimurin er, sum hann er, og hví menniskjan sum heild er, sum hon er. Bøkurnar, sum seinastu árini hava ávirkað meg á ein serligan hátt, eru Factfulness hjá Hans Rosling, 12 Rules for Life hjá Jordan Peterson, Sapiens hjá Yuval Noah Hariri og Enlightenment Now hjá Steven Pinker. Í løtuni liggja tvær bøkur á náttborðinum, tær eru Kvinde kend din Historie hjá Gry Jexen og Too much Information hjá Cass. R. Sunstein. Báðar góðar bøkur, sum eftir mínum tykki eru neyðugar at lesa.








Viðkomandi greinar