Hvørjum ert tú errin av?
At eg tosi átta mál og kann samskifta við so nógv ymisk menniskju á teirra móðurmáli. At eg læri skapandi eginleikar, sum eg ongantíð hevði trúð, at eg kundi læra. At dreya leir, tekna og mála, spæla gittara og klaver, og fyri ikki at tala um at skriva eina bók.
At hava skapt eitt gestahús og ein garð saman við Thomasi, líkt teimum, sum hava givið okkum íblástur, tá vit hava ferðast við Miðjarðarhavið. Og so at vit gera okkara egna vín – tað er stórt.
Hvat dámar tær best við tínum arbeiði?
Frælsið. At eg kann skapa og vera í øllum tí, sum hoyrir einum gestahúsið til. Ein virkin tíð frá vári til heyst, har eg møti menniskjum, kann tosa ymisk mál, eri virkin í garðinum og útikøkinum. Har eg skapi rein og vøkur rúm til gestirnar, og bjóði leirskeið og coaching til tey, sum hava hug til tað. Og síðani ein still tíð frá heysti til várs. Har vit liva einsamøll á garðinum, og hava tíð til at læra nýtt, geva skapanini rúmd og bara at kunna gera og vera.

Tú hevur júst útgivið tína fyrstu bók.. hvat var hugskotið til bókina?
At geva tað víðari, sum lívið hevur givið mær. Um at gerast sjálvbargin, liva eitt útilív og læra at skapa frá grundini. Um virðið í tí siðbundna, í handverkinum og í gleðini í samveruni ímillum ættarlið. Og at geva sær tíð. Tíð til ævintýr, tað einfalda og tað skilaleysa, sum øll børn – og vit vaksnu – elska.
Nær ert tú mitt í verðini?
Tað eri eg, tá eg eri í samskifti við menniskju, eri á ferð og mitt í skapanini.
Í tí ævintýrkenda, har forvitnið virkar sum ein kumpass, og íblástur sýnist at koma frá øllum síðum. Tað er her, eg føli ein serligan lættleika, og gleðin flýtur púra frítt.

Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havt størst ávirkan á teg?
Tað eru tey, sum hava sæð gávurnar hjá mær, og ikki hava lagt seg eftir pappírum og royndum, men heldur hava valt at givið mær álit at royna meg. Eisini hóast eg “bert” hevði eitt studentaskúlaprógv.
Her hugsi eg um møguleikarnar, eg fekk hjá Tøting í avgreiðslu og í sølu. Síðani hjá Lantal Textiles, har eg byrjaði í verkætlanarleiðslu, og seinri bleiv søluleiðari fyri Evropa, sum ein tann fyrsta kvinnan í søguni hjá tí 120 ára gomlu sveisisku fyritøkuni.
Hvør vegur hevur ført teg har, sum tú ert í dag?
Bjartskygnið og opinleikin til at siga ja takk til ævintýrið. At kasta meg út í tað ókenda – við vissuni um, at eg læri best við at gera og fáa royndir. Tað krevur mót, byrjanin er hørð, til tíðir miseydnast tað, men sæð í bakspeglinum, fer snyrilin allíkavæl uppeftir.
Hvat er títt besta barnaminni?
Tað var útilívið, at renna ímillum hús, íbúðir, sjónleikapallar og arbeiðsplássini hjá teimum vaksnu – tað var eitt stórt spælipláss. Tað var barndómurin í Havnini í íbúðarblokkinum á sjúkrahúsinum, í læknahúsinum við stóra garðinum í J. Paturssonar gøtu og hjá ommu og abba í Syðrugøtu og í Vestmanna saman við systkinabørnunum, at eg upplivdi tað sanna barnadreymalandið við skapandi útilívi.
Um tú kundi valt, hvønn kundi tú so hugsað tær eitt gott kaffiprát við?
Uha.. Har eru nógv, men um eg skuldi valt beint her og nú, hevði eg helst valt Michael Singer. Ein skemtiligur, vísur maður við djúpum áhuga fyri persónsmenning og vísindi. Gjøgnum hann læri eg, hvussu alheimurin, bæði uttanfyri okkum og í okkum, virkar. Fyri meg er hann ein íblástur til, hvussu vit kunnu liva eitt frítt lív við mentalari heilsu. Ein maður, ið hevur gingið vegin og er deiliga bersøgin. Eg elski bæði hansara bøkur og poddvarp.
Hvat gleðir teg allarmest?
Tá eg merki, at vit slappa av saman. Tá ið alt vit skulu, burdu, mugu verður sett á pausu, og forvitnið, humorin og gleðin sleppur at fylla alt rúmið. Tá ið vit hava tíð. Eru tey, vit eru og gera tað, vit elska.
Hvørji eru tey bestu ráðini, tú hevur fingið?
At ímillum ávirkan og reaktión er eitt rúm, har vit hava frælsi at velja, hvørji vit vilja vera og hvørjum virðum, vit vilja liva út frá júst í hesi løtu. At rúmið í byrjanini bert er ein elalítil sprekka, men við at venja, verður sprekkan størri og vit fáa møguleikan at vaksa sum menniskju. Og síðani vinna frælsi.
Hvat rørir teg?
Børn og ung, ið ikki blíva sædd og stuðlað í teirra gávum. Happing.
Ektað djørv menniskjuni, ið hava hjartarúm, sjálvironi, geva íblástur og skapa broyting.
Hvør er tín besti eginleiki?
At skapa gleði og lættleika. Og at síggja gávuna í tí einstaka og løtuni.
Hvørjir minuttir hava verið teir longstu í tínum lívi?
Tað var tá eg, í himmalsins ódnarveðri, fór við einum partrolara frá Bologne-sur-Mer til Føroyar, tí tað virkaði sum eitt størri ævintýr, enn tann vanliga ferðaleiðin. Eftir tann túrin, lovaði eg mær sjálvari, at aldrin fara umborð aftur á eitt skip.. ein mánað seinri arbeiddi eg sum tænari umborð á Norrønu.
