Álvaratos við Karinu Lykke Grand
Lívsstílur
Álvaratos við Karinu Lykke Grand
Danska Karina Lykke Grand tók á sumri 2019 við sum stjóri á Listasavnið Føroya, vit hava hitt hana til eitt álvaratos.
Eftir: Anniku Kunoy Im Mynd PR 06.01.2023

Um tú kundi valt sjálv, hvønn kundi tú so hugsað tær eitt gott kaffiprát við?
Eg kundi veruliga hugsað mær eitt kaffiprát við Ruth Smith (1913-1958). Eg verði dagliga hugtikin av verkum hennara á Listasavninum. Eitt prát við hana um arbeiðskorini, hon sum kvinnuligt listafólk í Suðuroy í 1950’unum livdi undir, hevði verið serstakliga áhugavert, tí tað eyðsýniliga hevur verið trupult at fáa alt at ganga upp. Hóast hetta evnaði Ruth Smith fleiri stórfingnar landslagsmálningar, men eisini eina røð av psykologiskum sjálvsmyndum við óvanligari dýpd og kanti. Eitt innlit í tey viðurskiftini aftur við einum kaffimunni hevði ikki verið so galið.

Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havt mestu ávirkan á teg? 
Gjøgnum arbeiðslívið havi eg havt fleiri góðar starvsfelagar og leiðarar, sum bæði hava veitt íblástur og havt nógv at siga í míni menning. Eg mennist eisini enn dagliga saman við góðum starvsfeløgum á Listasavninum. Men skal eg velja ein, sum hevur havt størstu ávirkan á meg, er tað maður mín. Heima tosa vit um arbeiði og leiðslu úr fleiri sjónarhornum. Hann stuðlaði mær, tá eg søkti starvið á Listasavni Føroya, og var eisini til reiðar at siga sítt egna starv frá sær, flyta og royna eina nýggja tilveru.

Navn: Karina Lykke Grand
Aldur: 48
Útbúgving: ph.d. í listasøgu
Starv: Stjóri í Listasavni Føroya
Bústaður: Hoyvík
Maki og børn: Gift við Mads og eigur børnini Olineog Niels.

Hvørjum ert tú mest errin av? 
Heilt avgjørt børnunum báðum. Tey eru ómetaliga ófør og tóku stóru broytingina serstakliga lætthugað, tá vit fluttu til Føroya. Tað er inspirerandi at eygleiða stóru tøkini, tey hava tikið í hesi kollveltingini, og tað, tey hava gjørt fyri at fella til og fáa nýggjar vinir. Og so hava tey lært føroyskt skjótt og væl - nógv skjótari enn foreldrini.

Hvat er tað besta við tínum starvi? 
Satt at siga er tað ein fragd at samstarva dagliga við mínar positivu og uppbyggjandi starvsfelagar. Tá tað eydnast okkum at gera framsýningar við føroyskari list saman, sum veita upplivingar til øll, verður tað ikki betri.

Hvørji eru tey bestu ráðini, tú hevur fingið? 
Hetta eru kanska ikki beinleiðis eini ráð, men ein góð meginregla at hava við á leiðini er: “Hetta havi eg ikki roynt áður, so tað megni eg uttan iva!”

Vanliga verður hesin setningurin settur í samband við Pippi Smokkulegg og “mammu” hennara, Astrid Lindgren, hóast hann ikki er at finna í nøkrum av bókum hennara.

Uttan mun til, hvør eigur orðini, er tað ein góð lívsregla, tí kanska er dirvi til at tora og at vilja nakað, vit kvinnur kunnu gloyma? Tí royni eg at minna meg sjálva og aðrar á júst hetta - eisini hóast tað ikki var Pippi, sum segði tað.

Hvør bók hevur havt størstu ávirkan á teg? 
Í sambandi við arbeiðið og granskingina hjá mær lesi eg nógvar yrkisbókmentir. Í tí sambandinum var tað ein opinbering at lesa ‘Imagined Communities’ eftir Benedict Anderson, sum snýr seg um felagsskapir, og harímillum at felagsskapir millum menniskju ofta eru ímyndaðir ella tilgjørdir. Í Føroyum er tað kortini øðrvísi, haldi eg. Her er talan um veruligan felagsskap, og tað er serstakliga spennandi at leggja mótsetningarnar til merkis.

Harumframt lesi eg í sambandi við granskingarverkætlanina hjá mær, ‘Art and the Formation of National Identities’, nógvar ástøðiligar tekstir um, hvussu list skapar og setur dám á tjóðskaparligan samleika. Hesir tekstir eru millum annað eftir Anthony D. Smith og John Hutchinson.

Innan fagurbókmentirnar havi eg júst sett sjøtul á ‘Eg skrivi á vátt pappír’ eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum dóttir mín gav bestu viðmælini.




Viðkomandi greinar