Álvaratos við Lenu Anderssen
Lívsstílur
Álvaratos við Lenu Anderssen
Lena Anderssen er kensluborin, opin og so sigur hon, at bestu ráðini, hon hevur fingið, eru ikki at óttast. Hon er bæði sangarinna, sangskrivari og komponistur. Við stórum hittum sum 'I Still Love You' og 'Oh My Lady' hevur hon vunnið nógv hjørtu. Vit hitta Lenu Anderssen til eitt álvaratos.
Eftir: Birgith Lassen / Mynd PR 04.01.2021

Hvørji eru tey bestu ráðini, tú hevur fingið í lívinum?

Óttast ikki. Óttin er eitt lítið fræ, sum kann enda við at kasta skuggar yvir alt tað, sum vit gera, og enntá steðga okkum at gera tað, vit droyma um. Berj óttan burtur, áðrenn hann sleppur at festa seg.

Hvørji eru tey bestu ráðini, tú hevur givið víðari?

Ver tú sjálv. Tí ongin annar kann vera tú fyri teg. Bara tú. Tá eg hyggi afturá, hvussu eg – serliga míni barna- og ungdómsár – ofta hugdi eftir hinum og ynskti at vera meira sum tey, kann tað afturlítandi kennast sum tíðarspilla. Tað er so syrgiligt, at tú ofta skalt liva eitt sindur, áðrenn tú veruliga torir at vera tann, tú ert, og góðtaka teg sjálva.

Hvørja avgerð angrar tú?

Tað er so ringt at siga, tí onkursvegna haldi eg, at allar avgerðir eru við til at forma teg og leiða teg til tað stað, tú ert beint nú, sama um avgerðirnar vóru rættar ella skeivar. Til dømis, um eg valdi at verða verandi í Kanada, tá mamma mín flutti við okkum til Føroya, so hevði eg neyvan hitt Niclas. Men ok, um eg skuldi sagt eitt – so angri eg, at eg ikki tordi betur at taka avgerðir. Ofta havi eg havt lyndi til at vera ivasom og hugsa ov leingi um tingini. Og tá tú ikki tekur avgerð, ja, so tekur lívið avgerð fyri teg.

Og hvørja avgerð gleðist tú um?

Eg gleðist um tær ferðirnar, eg valdi at anda djúpt og telja upp í tíggju heldur enn at bresta út við onkrum óumhugsaðum. Tað er ikki altíð, tað eydnast, men tá tað eydnast, kennist tað sum ein sigur.

Hvørjum avriki ert tú mest errin av?

Eg síggi lívsleiðina sum eina heild og sum eitt stórt avrik í sær sjálvum. Tú sleppur ikki altíð sjálv at avgera tilfarið, men tú sleppur sjálv at forma tilfarið, sum lívið gevur tær at arbeiða við – og vónandi skapa eitt verk, har sjálvt lívsins skuggar kunnu kasta ljós frá sær.

Um tú kundi valt sjálv, hvønn kundi tú so hugsað tær at prátað við aftur við einum kaffimunni?

Eg hevði ordiliga væl tímað at drukkið kaffi saman við Gabor Maté. Ein sera áhugaverdur kanadiskur lækni, sum hevur serkunnleika í barndóms sálarløstum og eisini í, hvussu likam og sál eru tengd at hvør øðrum. Eg rokni við, at fleiri koppar av kaffi høvdu farið niðurum.

Nær græt tú seinast?

Í gjár, faktiskt. Tað varar ikki altíð so leingi, men eg gráti ofta. Tíbetur er tað soleiðis hjá mær, at tár kunnu skjótt blíva til eitt smíl. Viðhvørt er tað strævið at vera so kensluborin, og onkuntíð havi eg roynt at hava eina harða fasadu oman á øllum. Men tað varar heldur ikki leingi, tí tað eri ikki eg.

Hvat er tað besta við tær?

Opinleiki. Eg dugi væl at siga, hvussu eg havi tað reint kensluliga, og eg haldi, tað er mín styrki. Eg vænti, eg hevði verið nógv verri fyri, um eg var eitt meira afturlatið menniskja. Um eg ikki sleppi at siga mínar tankar og kenslur, so kennist tað, sum hetta etur meg upp innaní. Harðdiskurin blívur skjótt fullur, tú veitst.

 

Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havt mestu ávirkan á teg?

Nógv góð fólk hava havt ávirkan á mítt arbeiðslív. Allar prosessir læra meg nakað nýtt. Øll samstørv hava sínar ymisku avbjóðingar og fyrimunir. Men tað er uttan iva maður mín, Niclas Johannesen, sum hevur ávirkað meg mest. Hann hevur verið við á tónleikaferðini næstan frá fyrsta degi. Hann læt sangskrivingarheimin upp fyri mær og hevur eggjað meg at trúgva upp á meg sjálva og finna mína egnu rødd.

Nær kennir tú teg glaðast?

Puha ja, eg havi sagt tað fyrr, men eg haldi meg vera glaðast, tá eg eri minst tilvitað um meg sjálva. Tær løturnar, eg gloymi meg sjálva burtur, tá sleppur gleðin veruliga framat. Til dømis tá eg standi á einum palli og eri fordjúpað í tónleikinum, ella tá eg eri saman við bróðurbørnunum hjá mær, ella tá eg gloymi meg sjálva burtur í einum láturkrampa.




Viðkomandi greinar