Ann er bitin av at renna
Lívsstílur
Ann er bitin av at renna
Ann Thomsen er bitin av at renna, og tað hevur hon verið líka síðan fyrsta rennitúrin fyri nógvum árum síðani. ” Eg elski, at eg kann fara at renna, tá eg vil. Og so reinsar túrurin sál og sinn,” sigur Ann, sum í fleiri ár hevur verið sera virkin og ein av eldsálunnum í Bragdinum. Vit hitta Ann til eitt prát um heilsu og sunnar vanar
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Amy Hansen 08.09.2023

Hvat er góð heilsa fyri teg?
At vakna hvønn morgun, úthvíld og klár at brúka kropp og høvd. Tað er nevniliga ikki  ein sjálvfylgja.

Hvat gert tú fyri at hava góða heilsu?
Eg ansi væl eftir mær sjálvari. Hugsi um,at kroppurin er ein maskina, sum hevur brúk fyri røkt, innan sum uttan. Vera virkin, men ikki gloyma, at hvíld eisini skal til.

Hvussu byrjar tú dagin?
Vekjarin ringir kl. 5.15, og kl. 5.30 eri eg klár at fara út at renna. Heimkomin, aftaná strekk og styrki, eti eg mær ein góðan morgunmat, áðrenn eg fari til arbeiðis. Morgunmaturin í gerandisdegnum er aloftast ein pannukøku við banan, egg, havragrýni og kaneli, har eg smyrji peanutbutter á, og so skyr og frukt.
Leygar-og sunnumorgnar renni eg við Bragdinum. Tá seti eg altíð bollar at ganga, áðrenn eg fari at renna, og so baki eg teir, tá eg komi heimaftur. Gangi høgt uppí at fáa familjuna at eta morgunmat saman, eisini í vikuskiftinum. Tá sita vit longur og njóta ein góðan morgunmat. Elski løtuna um morgunmatarborðið.

Hvat motiverar teg til at lata teg í venjingarklæðini?
Tað er ein so sjálvsagdur vani, at motivatiónin er inni undir húðini.

Tú rennir nógv–hví júst renning?
Eg fall fyri renning, tá eg í 80’unum fór at rógva, og ein partur av venjingini júst var at renna. Mær dámdi tað beinanvegin, og havi so at siga runnið síðani. Seinni fór eg í Bragdið, og tá varð renningin meira skipað. Eg elski, at eg kann fara at renna, tá eg vil. Og so reinsar túrurin sál og sinn, eisini tá eg renni saman við øðrum. Hugsi so deiliga væl og havi ofta loyst spurningar og fingið hugskot aftaná ein rennitúr.

Hvussu tilvitað ert tú um tað, tú etur?
Gangi høgt upp í, hvat eg koyri í munnin. Seti máltíðirnar saman við grønmeti, proteinum og kolvætu og sunnum feitti. Eti ongantíð “junkfood” og kann væl fáa mær okkurt annað at eta, um familjan etur okkurt, eg ikki tími at eta. Og so eti eg meg metta, ikki proppmetta.

Hvat gert tú, tá ið tú hevur hug til okkurt søtt?
So fái eg mær okkurt søtt. Klári væl bara at eta eitt lítið sindur, og tá skal tað helst vera sjokuláta. Fyrr mátti eg altíð hava ein søtan bita omaná hvørja máltíð, men síðani eg eri farin at hugsa um at eta meg metta av proteini, havi eg sjáldan hug til søtt.

Hevur tú eini góð ráð til tey, ið kundu hugsað sær at farið undir at renna?
Fyrst og fremst at spyrja seg sjálva, um tú veruliga tímir at renna og ikki bara vil, tí hini gera tað. Og um svarið er ja, so er at byrja varliga, byrja við at ganga og so spakuliga byggja tað upp. Og at minnast til, at tað tekur tíð at byggja upp.

Nær hevur tú tað allarbest kropsliga og sinnisliga?
Kenslan aftaná ein langan rennitúr saman við góðum vinum, er ein herlig kropslig kensla. Ella aftaná eina felags venjing, har láturvøddarnir eisini hava verið í sving. Løturnar saman við mínum dreingjum og manninum, bindiklubbur við gomlum vinkonum, kaféprát við góðum renni-vinkonum – alt hetta styrkir meg mentalt. Og ikki minst, løturnar við ommubørnunum, tá er mentala yvirskotið høgt.

Og hvussu endar tú vanliga dagin?
Tá dagsins verk er gjørt, alt er ruddað í heiminum og høvdinum, fari eg í song. Tíðliga, tí tað er umráðandi at sova væl.

Hevur tú nøkur yndis venjingarklæðir?
Ikki sum so, men einar renniskógvar, sum tú kennir teg væl í beinanvegin, er eitt “mást”
Og so ikkiat gloyma, eina Kvinnublusu innan fyri rennijakkan.