Annika Olsen – Eg fari altíð í kirkju jólaaftan
Lívsstílur
Annika Olsen – Eg fari altíð í kirkju jólaaftan
Jólini nærkast í hvørjum - vit hava sett Anniku Olsen 8 skjótar um jólini.
Eftir: Kvinnu 19.12.2024

Hvat er tað týdningarmesta fyri teg um jólini? 
Tað er at hugna mær saman við familjuni og at hugsavna meg um týdningin av, hví vit halda jól. Eg brúki jólini eisini konstruktivt at kobla úr einum sera hektiskum gerandisdegi. À jólum leggi eg arbeiðskápuna frá mær og taki ikki arbeiði heim við.  

 

Hvat ætlar tú tær altíð at náa á jólum, men aldrin nært allíkavæl? 
Baka eina rúgvu. Eg droymi altíð um at fáa tíð at baka eina rúgvu av smákakum, leita eftir spennandi uppskriftum, men akk, eg nái næstan aldrin meiri enn tað eina umfarið av smákakum. 

 

Hvat er á ynskilistanum hjá tær í ár?
Haldi eg eigi tað mesta, ein kann ynskja sær, men á jólum ynski eg allarmest bara frið og at hugna mær saman við familjuni 

 

Hvat hugsar tú um, tá tú keypur gávur til onnur?
Um tað er ein gáva, eg sjálv vildi havt, tað plagar at vera eitt gott barometur, serliga um talan altso er til kvinnuna. 

 

Hevur tú eitt serligt jólaminni, sum fær teg at smílast?
Tá ið dreingirnir vóru smáir, og teir vóru í ekstasu, tá ið jólamaðurin kom. Tað er góð jólaminnir. 

 

Hvør jólatradition hevur størstan týdning hjá tær?
Eg fari altíð í kirkju jólaaftan. Tá leggur ein serligur fríður seg yvir okkum øll. Mær dámar eisini væl at hoyra jólaboðskapin, tað ger nakað gott við meg.  

 

Hvat etur tú jólaaftan?
Dunnu við øllum tí, sum hartil hoyrir og rísalamande omaná. Annars plaga vit at byrja jólaaftansmorgun við stórum morgunmatarborði, tað er altíð so hugaligt.  

 

Hvat er besta jólagávan, tú nakrantíð hevur fingið?
Av náttúru eri eg nøgd við tær gávur eg fái, tí eg veit, at tær eru givnar við kærleika og umhugsni. Skal eg nevna onkra, skal eg aftur í tíðina, tá eg var 12 ára gomul og fekk ein dubultan ghettoblaster frá mammu og pabba. Tað var stórt.  

Greinin er brot úr grein í Kvinnu, jólini 2019




Viðkomandi greinar