Árið hevur bjóðað uppá eitt sindur av hvørjum
Lívsstílur
Árið hevur bjóðað uppá eitt sindur av hvørjum
– Politiskt hevur árið bjóðað eitt sindur av hvørjum, men við míni lívsfilosofi, har eg hugsi, at tað er ein meining við øllum, so endaði árið væl, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna.
Eftir: Anniku Kunoy Im 29.12.2022

Vit hava fingið orðið á tríggjar kvinnur úr hvør sínum flokki í samgonguni og spurt tær nakrar spurningar um árið, ið fór. Onnur samrøðan er við 47 ára gomlu Anniku Olsen, løgtingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Hvussu hevur árið verið fyri teg persónliga?
– Árið 2022 hevur bjóðað uppá eitt sindur av hvørjum. Tað byrjaði turbulent við sammøður málinum, tá ið eg endaði úti úr løgtinginum, eftir at eg hevði atkvøtt fyri málinum. Eftir hetta havi eg starvast á Glasi, sum eg havi verið ómetaliga glað fyri. At undirvísa fittum og skilagóðum næmingum er ómetaliga lívsgevandi, og harumframt havi eisini verið heppin at hava fingið nýggjar og fittar starvfelagar.

– Í summar vóru mamma mín og eg og synirnir á Kypern, har mamma kom út fyri eini ógvusligari hending, sum var rættiliga skelkandi og hørð fyri okkum øll, men tíbetur spældi hetta væl av, og vit fingu mammu okkara trygt heim aftur til Føroyar. Tað var tað besta i 2022.

Eg vil fegin verða enn betur til at njóta tær smáu løturnar saman við teimum, eg eri góð við

Hvussu hevur árið verið politiskt?
– P
olitiskt hevur árið bjóðað eitt sindur av hvørjum, men við míni lívsfilosofi, har eg hugsi, at tað er ein meining við øllum, so endaði árið væl. Eg fegnist so inniliga yvir valið 8. desember, tá ið veljarin ynskti meg aftur í Løgtingið. Eg eri so ómetaliga takksom fyri álitið og stuðulin frá øllum teimum, sum stuðlaðu mær til valið, og sum eg vil takka so hjartaliga fyri.

Hvørji nýggjárslyfti hevur tú sett tær til 2023?
– E
g havi sum so ikki nøkur nýttárslyfti, men eg vil fegin verða enn betur til at njóta tær smáu løturnar saman við teimum, eg eri góð við, tí hetta gevur mær veruliga orku og livsgleði.

Hvørjar vónir hevur tú til 2023?
– Eg havi góðar vónir 2023 fyri land og fólk. Vit hava just sett kós við eini nýggjari samgongu, ið hevur nógv gott at bjóða og eg gleði meg at fremja tann politikkin í verki saman við øðrum góðum fólkum.