Ársins renniblusa
Lívsstílur
Ársins renniblusa
Soleiðis sær ársins renniblusa út, og nú hevur tú møguleika at tryggja tær hana í tíni stødd.
Eftir: Kvinnu / Mynd: Amy Hansen 02.03.2021

Renniblusurnar fáast í støddunum XS-XXL, og tað er avmarkað nøgd. Ivast tú í støddini, kanst tú royna blusuna í handlunum hjá Thomas Dam Intersport í Havn, á Glyvrum og í Klaksvík.


Umframt renniblusuna fært tú eisini ein stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.

Kvinnurenningin 2021 verður leygardagin 29. mai kl. 15.00 á Tórsbreyt í Havn.

Tekna teg til Kvinnurenningina

Tíverri ber ikki til at gjalda við Mastercard í løtuni, men arbeitt verður við at loysa hetta.

Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast í vikuni áðrenn Kvinnurenningina. Nærri kunning um staðseting verður send tær á teldupostin. Seinasta freist at heinta renniblusu og gávuposa fríggjadagin 28 mai 2021. Ikki avheintaðir posar verða burturbeindir 1. juli 2021. 
Fyrivarni verður tikið fyri broyting orsakað av koronu.

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2021 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.