Ársskiftið er eitt hóskandi høvi at hyggja bæði aftureftir og frameftir
Lívsstílur
Ársskiftið er eitt hóskandi høvi at hyggja bæði aftureftir og frameftir
Ársskiftið er eitt hóskandi høvi at hyggja bæði aftureftir og frameftir og ikki minst at hyggja inn í seg sjálva og spyrja, hvussu árið gekk, hvat eg kundi havt gjørt betur og hvørji mistøk skal eg helst ikki gera aftur, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang
Eftir: Anniku Kunoy Im 28.12.2022

Vit hava fingið orðið á tríggjar kvinnur úr hvør sínum flokki í samgonguni og spurt tær nakrar spurningar um árið, ið fór. Fyrsta samrøðan er við 56 ára gomlu Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn og landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Hvussu hevur 2022 verið fyri teg persónliga?
– Árið hevur verið gott uppá allar mátar. Eg eri serliga fegin um, at tær avmarkingarnar, farsóttin hevði við sær, ikki longur avmarka okkum. Fyrstu vikurnar vóru næstan hugnaligar, men tað gekk ikki long tíð við koronaavmarkingum, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at eg eri eitt sosialt menniskja, sum ikki trívist avskorin frá øðrum menniskjum so nógv og so leingi. Tí havi eg í ár verið serliga glað fyri at vera saman við vinfólki, at vera í veitslum, á festivali o.s.fr. Eisini havi eg ferðast meiri enn vanligt í ár, mest sum privat persónur, men eisini í arbeiðsørindum. Har vóru nakrar ferðir at innheinta.

– Seinastu mánaðirnir havi eg vegna valstríð v.m. forsømt mann, familju, serliga ommubørnini, vinir og so mangt annað. Vónandi fái eg bøtt um tað komandi tíðina. Tíbetur havi eg fólk rundanum meg, sum stuðla og skilja.

Eg eri ikki so røsk at seta mær– og als ikki at halda – nýggjárslyfti. Men eg haldi, at ársskiftið er eitt hóskandi høvi at hyggja bæði aftureftir og frameftir og ikki minst, at hyggja inn í seg sjálva

Hvussu hevur árið verið politiskt?
– Farna árið havi eg sitið í andstøðu bæði í Tórshavnar Býráði og í Løgtinginum. Flestu politikarar - eisini eg - ynskja sær beinleiðis ávirkan, sum man ikki hevur, tá man er í andstøðu. Hinvegin hevur man eitt lættari lív í andstøðu, samanborið við samgongu. Man er ikki bundin av politiskum avtalum, men kann hugsa og siga stórt sæð tað, man hevur hug til, umframt at tað gevur høvi til at fordjúpa seg á annan hátt, sum ikki ber til, tá tú situr beinleiðis við valdinum. Eg vænti, at eg fari at sakna tað í komandi tíðum.

– Annars hevur heystið sjálvandi verið merkt av tveimum valstríðum og samgongusamráðingum. Hetta er fyrstu ferð, eg royni meg sum floksforkvinna í hesum leikum og tað er mentalt sera krevjandi, men eisini sera spennandi.

Hvørji nýggjárslyfti  hevur tú sett tær fyri 2023?
– Eg eri ikki so røsk at seta mær– og als ikki at halda – nýggjárslyfti. Men eg haldi, at ársskiftið er eitt hóskandi høvi at hyggja bæði aftureftir og frameftir og ikki minst, at hyggja inn í seg sjálva; hvussu gekk árið, hvat kundi eg havt gjørt betur, hvørji mistøk skal eg helst ikki gera aftur o.s.fr. Og so gevur hendan árstíðin mær altíð ein sera sterkan summarlongsul, sum fær meg at droyma og leggja ætlanir fyri summarið – bæði her heima og uttanlands.

Hvørjar vónir hevur tú til 2023?
– Hetta ársskiftið er myrkari enn vanligt, tá vit hugsa um støðuna í Evropa. Eg vóni, at støðan vendir og kríggið fær ein enda í komandi árið. Tað er tó sera ivasamt í løtuni.

– Her heima, so vóni eg, at tað fer at eydnast okkum í nýggju samgonguni at loysa tær avbjóðingar, vit hava sett okkum fyri. Tað hevur týdning, at samgongan hevur eitt gott arbeiðsstev frá byrjan av. Hóast avbjóðingar, so hava vit tað sera gott, flestøll í Føroyum. Tað forpliktar. Sammett við nógvar aðrar av heimsins borgarum, so hava vit nógv at geva og nógv at gleðast um.